Jan 29, 2015

Symbolskur dansur

Fyrr dansaðu øll vanlig fólk í Føroyum føroyskan dans….vanlig? Ja, nú dansa bara óvanlig fólk føroyskan dans. Fólk í “búna” …soleiðis nevnast tey føroysku klæðini nú, og “búni” tað er eyðkennisbúni, tað er uniformur. Tú fær valla eitt betri tekin um tað serliga við hesum fólkum enn, at tey eru í búna.

Í eini sending á Rás 2 vóru Rasmus og Jónleif spurdir um føroyskan dans. Rasmus helt, at virðingin fyri dansinum og teimum, sum skipa í dansi er alt ov lítil. Eg haldi, eg eri samd, nú á døgum, tá ið pallurin og luttakarar í dansi er so nógv broyttir, nú ið “vanlig” fólk ikki dansa longur, nú skuldi ein skipari verið virdur líka nógv sum ein rockstjørna og fingið somu sømdir og rúmd sum hesir ymisku tónleikabólkarnir. Og loftbrúgvin, sum skal flyta tónleikarar við køssum og hátalarum til Kbh., er sjálvandi galdandi fyri dansifeløg, sum skula út í heim at vísa føroyskan dans.

Sjónvarpið hevði trummað øll landsins feløg saman at dansa seinasta leygardag, á dett høvi at dansa saman øll, og hølið var tøkt ! men nei tey fóru beint til hús hvørt í sítt heraðshorn. Tey dansaðu bara fyri myndatólinum, summi fóru nokk heim at lata seg úr “búnanum”, onkur fór at dansa í sínum felag. Hví ikki dansa saman øll – til stuttleika?

Jan 23, 2015

Vaaren eftir Sigrid Undset

Minti meg beinanvegin á Amalie Skram. Høvuðsevnið hjúnaband er so tíðartypiskt, sum tað kann. Øll hesi pør, sum liva saman av súrari skyldu eina, á denn skomm og vanæra at liva sum fráskild, ja ella liva saman ógift…..á sum tað er gott, at mann ikki var til fyri 100 ella 120 árum síðani! Hugsaði eisini um handa filmin um eina konu, sum vildi vera fotografur, men fekk ikki fyri manni, sum drakk og var harðligur, og børnum og stríðið.

P1050733

“Vaaren” kom út í 1914, og Amalia Skram (1846-1905)  skrivar sínar hjúnabandsskaldsøgur í uoh 90unum. Sjálv var Amalia Skram fráskild og hevði børn, og Sigrid Undset kendi eisini til kvinnuleiklutir. Onkur av bókarkonunum helt, at tað er heilt løgið, at Kristin Lavransdatter og Vaaren vórðu skrivaðar við somu hond, men bókin er frá 1914, so tað er eitt ungdómsverk hjá Sigrid Undset.

Bæði Rose og Torkild, sum eru høvuðspersónar, og sum eru par, hava ein truplan uppvøkstur. Rúsevnismisnýtsla og umsorganarsvik, sum tað eitur í dag, gera seg galdandi. Teirra egna lív og samlív er eiisni merkt av kulda og formalistiskum atburði, tey eru ótrúliga fólkalig hvørt við annað, men einki góð – ella tey siga at tey elska hvørt annað, men hjúnabandið sum stovnur og spennitroyggja er ein trupulleiki.

Alt endar so sera væl, tey koma saman aftur og fáa eitt barn, happily ever after. Sum ein segði : bókin er sum eitt innbundið vikublað, stuttliga sagt

Eitt herligt kvøld saman í Bókastevi. Gleði meg longu til næstu ferð, tá verður tað Durita HOlm, kanska ein størri lesiuppliving.

Jan 16, 2015

Føroyskt fyri útlendingar – mál og mentan. Skeið á Kvøldskúlanum í Havn.

Skeiðið byrjaði seinast í september, vit hava havt tímar hvønn fyrrapart, og skeiðið varar 20 vikur.

202_r_705_0

Myndin er tikin í býráðssalinum í Havn.

Vit lesa tekstir, royna at siga orð og setningar og terpa mállæru. Set fyrisetingarnar í rættan kassa!

P1050686

Og vit hugna okkum saman. Myndirnar niðanfyri eru tiknar á jólahaldinum seinasta skúladag fyri jól.

067045048062

Og hendan er tikin á “Seven” hósdagin.

056 

Og vit hava verið fleiri útferðir í Havn, og í dag lærdu fleiri av teimum at binda, hvat kann vera meiri mentanarligt enn at binda?

 

009

Næmingarnir eru úr átta ymiskum londum, so har er mangt ein kann læra hvør av øðrum, á myndunum niðanfyri síggja vit Mariku vísa, hvussu konufólk í Afrika nýta eitt langt høvuðturriklæði.

023025026028

 Og um vit lúra í matpakkan hvør hjá øðrum, síggja vit eisini okkurt spennandi, og meiri enn so fáa vit at smakka.

043044

í farnu viku varð roynd hildin, og ein roynd verður aftur, áðrenn skeiðið endar. Sera fín avbjóðing, bæði hjá lærara og næmingum.

049

P1040249P1040253

Jan 11, 2015

árið ið fór – 2014

Havi nógv at takka fyri í farna ári. Størsta hendingin mundi vera, at Kristina kom í verðina. Hon sá dagsins ljós 23. juli. Í fjør var eg ikki færri enn seks ferðir av landinum og ferðaðist, og fimm ferðir komu børn og barnabørn úr útlandinum at vitja meg. Í 2014 gavst eg at arbeiða í Hoydølum, men byrjaði eitt so spennandi undirvísingararbeiði í kvøldskúlanum í Havn. Takki eisini fyri tey sosialu sambond uttan fyri familjuna, sum eru í mínum lívi.

januar. Tíverri er aftur hav ímillum Ingu Rósu og okkum, men tað tekur nú ikki langa tíð at flúgva til Íslands, hjá tí, sum hevur pengarnar….Her er IR fotograferað í barnadópi Tyrna.

007

februar – okkara familja hevur fingið eina nýggja damu. Tórður og Ruby, sum er úr Dominikanska lýðveldinum, giftust og hildu brúdleyp í róðrarneystinum á Argjum.

februar

mars – var ein túr í bowlinghøllini fyrst í mars, eitt herligt kvøld við herligum damum. Tað eri eg, handan øra konan í hvítum stráhatti og lilla turriklæði.

P1000700

apríl – nú mundi eg gloymt knæið, mítt nýggja high-tech knæ, sum eg fekk á Landssjúkrahúsinum, myndin er tikin á Hvíldarheiminum í Havn.

012

mai – Lars helt stóran føðingardag, eg og FS fóru allarfyrst at vitja Vitus á Hotel Tórshavn, síðani til reseptión, so í ball í Kph., so í leigaðum bili til Svøríkis í føðingardag á garðinum. Fantastiskt at síggja gott vinarlag og gott samanhald í góðum tíðum og svárum. Og so var ein fín veitsla í Hoydølum , tá ið hesi gomlu fóru smílandi frá.

008056090

032 OMMUR  PRÁTA017

juni -  stuttligt var á stevnu við Gjógv. Hoygarðurin hevði café og seldi bøkur og bundið.

010022036

juli – Kristina kom í verðina 23. juli. Tað var ein lætti, at alt gekk væl.

018

august  -  Lisa var á skeiði í Føroyum í tríggjar vikur. Fantastiskt at hava hana búgvandi. Myndin er tikin tá ið vit vóru til yrkingaupplestur í Sirkusi í Havn.

imp. 12. aug 006

september - Seinast í september byrjaði skeiðið í føroyskum fyri útlendingar, sum nú er hálvrrunnið. Tað hevur verið ein spennandi avbjóðing, og rættiliga nógv øðrvísi enn at undirvísa í Hoydølum. Størsti munur er kanska, at næmingarnir eru motiveraðir og takksamir og vilja gjarna læra.

001oktober – heystið hjá okkum gongur fyri tað mesta fyri seg í kjallaranum á Bakkanum í Dali. Turið og Hallur baksa við seyðinum og gamla er vambakona. so tað er sum tað skal vera.

P1040186november – nei, eg visti ikki frammanundan, at barnið skuldi eita eftir mær. Tað var deiligt og rørandi. Ivist í at fara at kalla meg Bergljót Kristina til gerandis nú. Louis kom sjálvur heim til Føroyar at vera gubbi, herligt at hava ein ungan gest í eykakamarinum, tað er enn nokso nýtt at vera í íbúð, men tað hevur riggað fínt, tá ið eg havi havt gestir.

barnadópur Kristinu 012desember – eg helt jól á Suðuroyarvegi saman við Turið og Halli og abbanum, men vitjaði Gjógv 2. dag. Á nýggjárinum var eg í Dali.F.S: var heima og helt undanjól Smile

025

jólaaftan 032

Jan 3, 2015

GOTT NÝGGJÁR

Havi havt eina avbera góða jólaferiu, eina hugnaliga høgtíð, verið í báðum mínum yndisbygdum og eisni rættað 3. árs uppgávur. Hvat meiri kann ein eldri kona ynskja sær? Einki.

nýggjár 2014 012

Nýggjársaftan var døgurðin dampaður laksur við feskari bandpastu, og nýggjársdag fekk eg kjøt við brúnum eplum, sós og súrum og søtum úti á Bakka.

Kristina hevur lært seg at venda sær og ger tað nú alla tíðina. Herbert kvøður dagin langan, og Magna fer sjálv yvir til grannan við viðførinum á sletu. Herligt.

Havi bara banal nýggjársynski og lyfti, so tey lata vit liggja. Myndirnar eru úr Dali, og tey sum lesa dalsbloggin kenna kanska onkra aftur. Bálið var niðri á møl og Jóannes hevði harmonikuna og Claire violinina, og so sungu vit. Eisini røða og nýyrktur táttur vóru á skránni. Og tey , sum vilja síggja fleiri nýggjársmyndir og lesa táttin, kunna hyggja á dalssíðuna www.dalsbygd.blogspot.com

nýggjár 2014 039nýggjár 2014 047nýggjár 2014 071

 

Lívið lær!