Sep 28, 2017

Keypmannahavn 22-24 sep 2017–Davids samling

í Davids samling

Davids samling er eitt listasavn, sum sakførarin David hevur givið landinum, tað er eitt savn av list úr miðeystri, serstakliga islamskari list.Men har er eisini annað. Til dømis hesar myndirnar hjá Hammershøi, og ein framsýning við fotografium úr Sýria.

DSC00558

Vilhelm Hammershøi 1864-1916

DSC00556

Sera hugtakandi samling av steintoyi, bókum og lutum, millum annað so nógvir dolkar við prýddum skefti.

DSC00566DSC00571

DSC00576

Myndin omanfyri er elligamalt decoupage, gjørt av pappi og m.a. ordiligum fjaðrum. Niðanfyri sæst Nóa ørk við dýrum umborð, í sjónum liggja uppsvølpað lík.DSC00580DSC00584DSC00579

Krass Clement hevur tikið myndir í Sýria í 2001. Svar-hvít.ar myndir av gernadislívi. Tann ovara minnir eitt sindur um Hammershøisa hurðamynd.

DSC00587DSC00588

Men nú gloymi eg heilt at siga nakað um tað sosiala lívið á túrinum. Vit ótu saman á Grábrøðratorginum og sótu í Nyhavn við eini øl, haðani vinkaðu vit til Sólrun Smile  Keypmannahavn er bara deiligur, Gothersgade er ein livandi gøta. Full av súklandi, hjálmleysum fólkum.


DSC00546DSC00601DSC00603DSC00606

Sep 26, 2017

Keypmannahavn 22-24 sep 2017– Michael Kvium

Nakrar av ferðalagnum fóru í Ørkina í Ishøj at síggja framsýningina Cirkus hjá Michael Kvium. Tað er ikki ein framsýning til veikar sálir.

DSC00520

Dystopiskt innihald, rættiliga fínt í tráð við Diktatorin hjá Chaplin. Temu sum dálking, turisma, fjølmiðlavald og flóttafólk vóru lýst í stórum óhugnaligum verkum. Installatiónir og málningar. Nógvar oljutunnur við svartari olju vóru settar upp, Einastaðni bleiv eitt pinkubarn dyppað í oljutunnu.

DSC00509

Hansara mest eyðkendi figurur er ein persónur, sera sligin í herðunum við stórum búki, rukkutari húð og gráligur á liti. Persónurin er í brillum, men eyguni eru stungin út, tí tey sveima onkustaðni við síðuna av. Í nógvum førum eru partar av persóninum ber beinagrind, sum henda hondin á myndini omanfyri.

DSC00504DSC00506 Michael Kvium, Arken

Framsýningin eitur Cirkus Evropa, og strípurnar í cirkustjaldinum eru gjøgnumgangandi. Inngangurin er ein orðleys videoupptøka av einum cirkusgyklara.

DSC00510

DSC00511

DSC00508

ValdiðDSC00505

Sep 25, 2017

Keypmannahavn 22-24 sep. 2017 – DIKTATOREN

Elsa Maria átti hugskotið, og Anna gjørdi tað til veruleika, til eina ferð til Keypmannahavnar at síggja Olaf Johannesen í høvuðsleikluti í DIKTATOREN hjá Chaplin.

DSC00530Vit vóru 9, sum fóru. Vit gistu á hotel WAKEUP í Borgergade, fínt hotell mitt í býnum. Ja, ikki “fínt, fínt sum í posh” men frálíkt hotel.

Sjónleikurin gongur á Nørrebro teater. Og tað var eitt stórt upplivilsi at síggja Olaf spæla hesa dupultrollu, sum diktatorurin Hynkel og barberurin. Hetta er næstan blivið Olafsa serfrøði, at spæla dupultspæl, um vit hugsa um Jeppe på Bjerget og Puntila. At hava so plastiska persónligheit, vera so kvikur bæði kropsliga og andaliga er heilt sjáldsamt. Hevur Olaf spælt dr. Jekyll og Mr. Hyde?  tað verður kanska næstu ferð.

Olaf var sannførandi í báðum leiklutum, og skiftini vóru ótrúliga skjót. Stundum skifti hann ham, ja uppá sekund. Tað var næstan, sum hann gjørdi tað fyri eygunum á okkum.

DSC00608

Leikurin er ein skemtileikur, men av tí slagnum, sum er djúpt álvarsamt samstundis. Øll kenna Chaplin, og har var hann ljóslivandi á pallinum. Men øll kenna eisini HIltler, og líkskapurin við okkara egnu tíð var sera sjónskur í teimum haturstalum, sum Hynkel og Heering, Schultz og Garbage standa fyri.

Sera skemtiligt var, tá ið harra Napolini og frú Napolini komu á pallin. Heilt nógv var gjørt burtur úr  málsligum staklutum. Hynkel og Napoli tosaðu nakað á enskum, týskum, og misskiljingar og skemt varð burturúr. Søren Pilmark spældi Napoli.

DSC00609

Nógvar stuttligar og flottar pallmyndir eru at minnast. Krígshendingar vóru eisini pallsettar, bæði við buldur og brak. Hendingin við globussinum var eisini sera væleydnað.

DSC00610

Harragud sum barberurin var elskuligur, djarvur, romantiskur og naivur.  Endaorðini vóru álvarsorð til okkara, sum lurta, ein boðskapur um menniskjaligheit, verulig virði og um at velja tað góða fram um tað ónda.

Vit vóru allar heilt upp í loft av leikinum. Stuttligt var at hitta Maritu uttanfyri, tá ið vit fóru útum. Eg hugsi ikki, hon hevur nakað ímóti, at eg seti myndina av okkum báðum her. Hon eigur ivaleyst sín part í framførsluni hjá manninum – tað vita øll, hvussu umráðandi tað er at hava baklandið í ordan.

DSC00542

Sep 14, 2017

Inga Rósa vitjar í eina viku

Vit hava glett okkum til september, og vit hava lagt ætlanir. Vit hava verið á basari við Gjógv, túr í Klaksvík og túr í Gásadali. Familjuføðingardag í Hósvík. Og so hava vit eisini givið okkum stundir at dagføra hvørja aðra um alt møguligt.

DSC00450DSC00451DSC00452

Vit vóru í føðingardag hja Tyrna í Hòsvík, har heilsaðu vit upp á Rakul og Olnu Birgit og mong onnur.

Vit sóu tann nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá “Dreymar við havið”, ein góð uppliving. Seinni sóu vit  smádrongin, sum spældi við,  aftur í tí nýggju rammu- og listabúðini í Tórsgøtu og fingu heilsað upp á hann.

Ein túr fóru vit í hagan, vit gingu ikki so langt, sum vit ætlaðu, men tað var deiligt kortini.

DSC00449

Ein fínan túr til Klaksvíkar fóru vit, ørindini vóru at síggja listaverkið hjá Edvard Fuglø í kirkjuni. Tað var fantastiskt, og tað var so fínt, at vit fingu frágreiðing bæði um altartalvuna hjá Joakim Skovgaard og um mosaikkin hjá Edvardi. Væl skipað í Christianskirkjuni, tað má eg siga. Niðanfyri: Jesus metttar 5000.

DSC00467

Niðanfyri: Søgan um , tá ið Jesus varð føddur.

DSC00464

Kvøldskúlin hevur havt busstúr á skeiðsskránni nú nakrar ferðir. Í ár varð farið til Gásadals. Sera fínur túrur. Ferðaleiðarar vóru Jørleif og Óla Jákup Guttesen, sum er bíggjarmaður. Forvitnisligt. Aftaná fingu vit døgurða á Gásadalsgarði, deiligan mat.

DSC00484DSC00486DSC00488DSC00489

DSC00490

Og píkasjey fekk eg høvi at vitja fólk! Fór saman við Kára D. inn á gólvið hjá Bjørn og Elsu Mariu. Har var bara so lekkurt inni. Og á myndini omanfyri sæst útsýnið hjá teim ja hjá øllum í Bø. Eg fór eisini inn at hyggja at húsunum hjá Noomi, gomul væl hildin og flott gjørd í stand.

DSC00492 DSC00494

Nú ið Inga Rósa var heima, tóku vit eitt sjálv, vit systkinini. Turið bjóðaði grind, og myndatólið loysti út sjálvt.

DSC00439

Sep 1, 2017

Skeið um undirvísing í lærugreinini “føroyskt sum annaðmál.

Skeiðið var á NÁD. Sera breið umboðan millum luttakarar: barnaskúli, serskúlin við Áir, kvøldskúlar, privat skeið. Tey flestu hava læraraútbúgving og royndir við at undirvísa føroyskum børnum. Øll vóru eldhugað, og nógvar góðar samrøður vóru. Skeiðshaldarar vóru Karolina Matras, sum arbeiðir á Setrinum og Lilly Christensen, sum arbeiðir á VUC á Frederiksberg, og sum ger uppgávur fyri mentamálaráðið í DK.
DSC00393
Karolina tók sær av tí teoretiska, og Lilly vísti á mannagongdir og undirvísingarhættir, sum hon hevði havt góðar royndir við. Mín uppliving var, at LIlly dugdi sera væl at lurta og svara spurningum, hon dugdi eisini at fáa áhoyraranar at knýta sína egnu støðu saman við tí, ein lærdi.
DSC00400
Há mær var sera áhugavert at hoyra, hvat av øllum, sum nevnt varð t.d. temu og slag av spurningum,  er í mínum bókum, og hvat ikki er í mínum bókum, sum júst eru gjørdar til hesa undirvísing, og sum eru gjørdar, áðrenn eg havi verið á hesum skeiði. Tíbetur er nógv av tí, Lilly nevndi, innarbeitt í mínar bøkur, fjúúú! Áhugavert eisini at síggja tilsvarandi danskar bøkur.
DSC00407DSC00409
Sum so ofta, tá ið vit savnast á skeiði við undirvísarum úr grannalondunum, so hugsa vit, hatta mugu vit eisini hava ella gera, og vit skrivaðu okkum niður, hvat vit hildu manglaði allarmest í Føroyum:
1. Krøv til tilflytarar um føroysktkunnleika
2. Upplýsing til foreldur at børnum í føroyskum stovnum og skúlum, at tey verða “loftað”, børnini helst áðrenn skúlin byrjar
3. Reglugerðir og leiðbeiningar um føroysktundirvísing við progressión, sum er sambærilig við norðurlond og Evropa. Royndir og próvslkjøl, sum eru eins um alt landið.
4.Einfalda mállærubók ætlað tilflytarum
DSC00404
Skeiðið skrivaði eisini eitt bræv til avvarðandi myndugleikar um støðuna. Ein arbeiðsbólkur varð gjørdur, sum ætlar at arbeiða víðari við onkrum av øllum hesum.