Jun 30, 2012
Fløtufestivalur
Fleiri av okkara lærarum hava beint nú tikið ástøðiligt námsfrøðiptógv, tillukku við tí !
Tríggir av okkara nýslignu superpedagogum.
Salatbarrin var fjølbroytt og ríkiligt var til.
Rektarin gav Lív gávu frá skúlanum
Lív segði nøkur væl vald orð.
Fríður handar Lív blómur frá lærararáðnum.
Herbert og Jóhanna (hjá Paulu Gaard).
Hatta serliga slagið av burgara havi eg ongantíð sæð áður – mariukeks, sjokoviðskeri og grillstoktir skúmfidusar.
Eg fór heim, tá ið eg hevði etið, so eg fekk ikki sjósvimjing og annað við. Men tað frætti eg um seinni.
Nú fari eg at ferðast í morgin. Vónandi komi eg fram á onkra teldu við internetsambandi á Gotlandi. So hoyrast vit!
Jun 28, 2012
SEVEN
Nei, ikki tær sjey deyðsyndirnar, men WOK matstovan úti við Strond. Eg fór at fáa mær kinesiska buffet ímillum 13 og 14 í dag. Maturin var traditionellur, kinesiskur, karrysós við russinum; várrullur; svínakjøt í súrsøtari sós; ymsir grønmetisrættir; og rís sjálvandi, alt stóð á hitaplátum. Hølið er innrættað, so tað hevur kinesiskan dám. Daman, sum hevur matstovuna, tosar enskt, hon segði mær, at hon hevur ikki altíð tað sama á buffetini. Maturin smakkaði væl, kostaði 95 kr. Einasta atfinning er, at eg helt, at maturin var ikki nóg heitur.
Jun 27, 2012
Silja er ein stjørna
Jun 26, 2012
sólarsálarsæla
Nú eru næstan allar pisurnar floygdar, í ovurmorgin er pisufundurin. Og sólskinið hesar dagarnar lokkar okkum út. Vit grillaðu í gjárakvøldið á okkara lítlu grill. Tórhild var og vitjaði Herbert, og Magna fekk sær bað á pallinum, og jarðber vóru omaná.
Kristianna greiddi so væl frá ‘The Kiterunner’, og fekk karakter hareftir.
Maiskolbur, høsnarunga, pommes frites og búff. Og ikki at gloyma ketsjupp og remouláta.
Jun 24, 2012
Mótvindur stinkar!
Fóru vit so vóngóðar við súkklunum í bilinum, ætlanin var at súkkla norðureftir. Vit settu bilin við Sjógv í Kollafirði og løgdu til brots, so skjótt sum vit komu á landsvegin fingu vit vindin beint í síggjandi eygað! So vit útsettu Saksunartúrin Fóru í staðin ein súkklutúr til Signabøar, har hava vit heldur ikki verið nakrantíð, so tað var spennandi. Nú er so spurningurin, hvussu tað sær út á Gotlandi, um tað er nógvur vindur also mótvindur á Gotlandi, tí undanvindi hava vit ‘sum so’ einki ímóti . Um dagsleiðirnar eru sum Saksunartúrar, so…..hatta fáa vit bara at síggja! No worries!
Jun 23, 2012
Ófarin koltursferð
Tað var ‘opin oyggj’ í Koltri. Jú, vit løgdu avstað, men sóu á Gomlurætt, at tað fór at taka 4-5 tímar, áðrenn vit sluppu. So vit fóru biltúr, fyrst til Syðradals og síðani í Fossdal. Í Syðradali fingu vit drekkamunn, og børnini fingu breyð og livurpostei. So fóru summi heim at sova, og vit fóru í Fossdal at vassa og spæla. Herbert og omma høvdu krokodillur í eini girðing, men tær sluppu út og bitu ommu í tærnar, ‘verri skil’ sigur Herbert. Í fossdali var so nógv órudd, aliringar ella partar av aliringum, sekkir við tøðum, sum lógu skræddir har. Men tjøldrini lótu, og vit sóu ein tjaldursunga.
Kl. 15.00
Jun 22, 2012
Sólrun í Havn ein seinnapart.
Og Stóra Turið og Sólveig hugdu inn á gólvið.
Jun 20, 2012
Longsti dagur 2012
Henda langa dag hevur nógv stuttligt verið. Herbert hevur verið útferð við barnagarðinum, tey vóru í Havnardali, og hann fekk 3 karmar, gott at hava nógv skiftiklæði við.
Eg var við Gjógv og gjørdi pannukakur til skúlaflokkin hjá Sólrun, sum er námsferð í Føroyum, tey vóru í ánni og sigldu og skuldu so fara á Slættaratind. Deiligt at síggja Sólrun, hon líkist sær sjálvari – bara penari fyri hvørt ár! Á tann dagur at fara á fjøllini! Hevði viljað verið á Slættaratindi í kvøld kl. 12. Í dag fekk Silja húgvuna á høvdið, hon hevur verið ein supernæmingur. Hjartaliga tillukku!
Og Bergur hevur fingið 12 í samfelagsfaki.
Í kvøld hava vit etið sushi, og diddan át salat, sum tit síggja á myndini.
So bygdu vit hús við einum laki, og tað var húsið hjá tí grísinum, sum bygdi av gróti, so har var lítið hjá úlvinum at gera.