Mar 28, 2020

Corona 2


Í dag er fyrstu ferð , eg havi følt, at í dag vil eg als ikki upp úr seingini. Útvarpið greiddi frá støðuni í Brazil, tað var ræðuligt at hoyra. Brotsmannalið hava tikið valdið, tí at myndugleikarnir gera einki. 

Fólk royna at halda seg í góðum lag við at syngja á netinum, lesa søgur online og annað. Men tað virkar ikki líka væl sum í fyrstani, um vit nú skula sita inni í fleiri mánaðar, tað er deprimerandi.

Havnardalaur er eitt gott túrpláss, og har er so gott pláss. So tað er ikki torført at halda seg burtur frá fólki. Tað var kalt at ganga í dag. Eg gekk inn til eitt portur, sum gongur út á vegin eystanfyri dalin. So gekk eg hinvegin eftir vegnum. Eg sá nógv rusk, sjálvandi hevði eg ikki posa og handska við, tað má eg minnast til næstu ferð. Í Fiengurola er ikki so rúmsátt, í íbúðarblokkum í New York er heldur ikki so rúmsátt. Eg búgvi á 50 m2 og eri einsamøll í húsi, so tað er nóg stórt, og eg kann altíð fara út Havnardal. Útvarpið tosaði við eina føroyska í Fuengirola í dag, hon segði, at hon ætlar sær heim til Føroyar at búgva.



Lurtaði eftir sendingini hjá Øssuri Wintereig “Pressan”, hann ger góðar sendingar. Í dag var temað “Er atfinningarsamur journalistikkur farin í karatenu?” Hann tosaði við Jóannes Dalsgaard, Sjúrð Skaale og aðrar. Áhugaverdur spurningur er, um valdshavarar skula seta undantaksstøðu í gildi, so verður demokrati avtikið, politiið fær makt og.....Epideminevndin hevur fingið óavmarkað vald, sakni at teir verða spurdir um, í hvussu stóran mun testing og tiltøk verða gjørd fyri at granskarar fáa síni tøl. Á INNOVA sita tey og bíða eftir játtan, so at tey kunna fara í gongd og brúka allar Føroyar sum laboratorium, vit skula vera heimsmeistarar í testing, løgmaður er so fegin, at útlendingar ringja til Føroyar at frætta um handfaringina. Granskarar hava síni áhugamál, kanska ikki altíð tey somu sum vinnulívið ella vanlig fólk, ella vanlig gomul fólk. Sjálvandi er tað gott at granska fyri at geiða frá og fyribyrgja, men tað skal helst ikki ganga út yvir skynsemið.



Mar 18, 2020

CORONA

Havi nú verið í sjálvbodnari karantenu í nakrar dagar. Fari bara út at ganga við hvørt, og so til handils. Havi bøkur, stokkar og eisini okkurt arbeiði, men eg má siga, tað gongur illa at hugsavna seg um at gera nakað. Smittan og smittutíðindi fylla so nógv. Men góður uggi er eisini á miðlunum, facebook er deiligt at hava, og fólk sum Sólrun Michelsen, Gulla Øregaard, Oddvør Johansen, Elin Henriksen og Tove Askam eru sera undirhaldandi og hugnaligir gestir. Eitt eitur at vera "við tí góða orðinum" , og tað er vist neyðugt í dag og komandi dagar.


Ein tanki, sum vitjaði  beinanvegin var, at nú verjir náttúran seg ímóti menniskjum, at jørðin nú er so mikið sperd, at hon má rudda út millum menniskju. Nú hava menniskjuni so leingi útpínt og uppbrúkt alt á klótuni, at klótan er desperat. Eins og fólk fáa andaneyð av corona, hevur havið andaneyð av plasti og klótan andaneyð av royki. Klótan ger eitt átak.  Hetta virus er jú ein vera í nattúruni akkurát sum vit. Tað er sloppið leyst av okkara átufreka grammleika og leikar nú  leyst um allan heim.


Kanska vit læra av hesi kreppu, at flúgva minni, hava smærri býir, færri ferðafólk, lata vill dýr fáa frið.

Sóttarhald ger ikki húðarhungurin minni, ommubørnini halda seg vekk, eingin bókaklubbur eingin bindiklubbur. Og so er ikki loyvt at nerta við andlitið! Eg klemmi meg sjálva við hvørt, men tað er nú ikki tað sama :)

Roter Mohn und weisse Lilien
Kleine Sonnenblumen
 


Útvarpið er frá allan dagin, vanliga sløkki eg Vatnhamar, men ikki í dag, man kann kanska læra at dáma hansara meinaleysa ágangandi virki.

Tulpen (blau, violett, orange und gelb)

Hugsi um tey, sum noyðast at vera til arbeiðis, fyri at samfelagið skal  ikki steðga heilt. Serstakliga heilsustarvsfólk, ruskinnsavningin og tey sum útvega okkum mat og medisin eiga okkara tøkk og virðing uppiborna.

EMIL NOLDE: Rote und violette Wolken
       
Seinasta summar var eg so heppin at sleppa at vitja Nolde savnið í Suðurjyllandi. Hansara myndir eru  litfagrar og lívgandi hesar dimmu dagar.

EMIL NOLDE : Meer mit untergehender Sonne und Dampfer 1946























Mar 11, 2020

Kringvarp Føroya - tilbúgving, lívsneyðug upplýsing, ella Meðan vit bíða 4

Tað er syrgiligt og gamaldags , at Kringvarpið letur sum um vit eru partur av Norðurjyllandi. Fleiri túsund fólk, sum búgva í Føroyum skilja ikki tíðindini (og aðrar sendingar), sum verða varpað út um landið. Ja, eg tosi um danskt mál í miðlunum. Landslæknin og Mette F. verða varpað óviðgjørd út í loftið. Leinkið til hennara talu liggur eisini á KVF.fo

http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/03/10/danska-stjornin-herdir-tiltokini

Sum FSA (føroyskt sum annaðmál) lærari plagi eg at biðja næmingarnar lurta eftir útvarpi og Degi og viku, tí tað er so sera góð venjing. Tey koma aftur í skúla og siga, at tey skilja ikki danskt. Tey hava stríðst við at læra seg føroyskt, nú ið tey hava búsett seg her, og so skilja tey ikki útvarp Føroya!  Og serstakliga nú ið útvarpið reypar av at vera ein partur av tilbúgving Føroya.  Sjálvandi má útvarpsverturin gera ein samandrátt av tí sagda á føroyskum.

Somuleiðis er tað heilt burturvið at vísa til heimasíðuna hjá Udenrigsministeriet, har er alt á donskum!




ÚR GOMLUM BLOGGI:
Mítt arbeiði í løtuni er at undirvísa útlendingum í føroyskum, og tað gevur mær unikt innlit í , at móðurmál í Føroyum er ikki bara føroyskt. Næmingar í løtuni umboða Filipsoyggjar, Kambodja, Kina og Hong Kong, Peru, Frankaríki, Russland, Ukreina, Kroatia, Rumenia og Slovakia og Japan og tey læra meg, at føroyskt kann eisini vera fremmandamál ella annað mál, føroyskt sum fremmandamál eigur at verða skipað sum sjálvstøðug lærugrein við krøvum og skikkaðum lærarum. Tað er ótrúligt, hvussu lítið skal til fyri at gera seg forstáiliga: meg síggja hon SMS/eg ikki dáma kjøt, men eisini ótrúligt, hvussu nógv skal til fyri at ogna sær málið fult og heilt.    Eitt annað, sum henda undirvísing, repeterar fyri mær er,  hvussu stórur munur er á talaðum og skrivaðum føroyskum. Næmingarnir lurta eftir talaðum føroyskum og herma, tey duga stuttligar vendingar úr Vágoynni ella av Viðareiði.  Eg vil gjarna læra tey talað mál, men eg má eisini brúka tekstir, og eingir tekstir sum eru á føroyskum eru á føroyskum talumáli.  Nå, so lurta vit eftir útvarpinum, tey tosa, tað má vera  talað mál....men har er avbjóðingin enn størri, vit hava lurtað eftir tíðindasendingum og eftir ALSO, tey forstanda ikki eitt orð. Kringvarpið skuldi sæð hetta sum eina avbjóðing, tey kundu hjálpt til við sendingum til henda bólk av borgarum, sendingar til útlendingar við útlendingum. Ikki bara eina sending har vit útstillað útlendingarar, telja tey og teirra lond og “snakkka” um integratión. Skula kanska lata tey útlendsku sjálvi fáa orðið.