Mar 18, 2020

CORONA

Havi nú verið í sjálvbodnari karantenu í nakrar dagar. Fari bara út at ganga við hvørt, og so til handils. Havi bøkur, stokkar og eisini okkurt arbeiði, men eg má siga, tað gongur illa at hugsavna seg um at gera nakað. Smittan og smittutíðindi fylla so nógv. Men góður uggi er eisini á miðlunum, facebook er deiligt at hava, og fólk sum Sólrun Michelsen, Gulla Øregaard, Oddvør Johansen, Elin Henriksen og Tove Askam eru sera undirhaldandi og hugnaligir gestir. Eitt eitur at vera "við tí góða orðinum" , og tað er vist neyðugt í dag og komandi dagar.


Ein tanki, sum vitjaði  beinanvegin var, at nú verjir náttúran seg ímóti menniskjum, at jørðin nú er so mikið sperd, at hon má rudda út millum menniskju. Nú hava menniskjuni so leingi útpínt og uppbrúkt alt á klótuni, at klótan er desperat. Eins og fólk fáa andaneyð av corona, hevur havið andaneyð av plasti og klótan andaneyð av royki. Klótan ger eitt átak.  Hetta virus er jú ein vera í nattúruni akkurát sum vit. Tað er sloppið leyst av okkara átufreka grammleika og leikar nú  leyst um allan heim.


Kanska vit læra av hesi kreppu, at flúgva minni, hava smærri býir, færri ferðafólk, lata vill dýr fáa frið.

Sóttarhald ger ikki húðarhungurin minni, ommubørnini halda seg vekk, eingin bókaklubbur eingin bindiklubbur. Og so er ikki loyvt at nerta við andlitið! Eg klemmi meg sjálva við hvørt, men tað er nú ikki tað sama :)

Roter Mohn und weisse Lilien
Kleine Sonnenblumen
 


Útvarpið er frá allan dagin, vanliga sløkki eg Vatnhamar, men ikki í dag, man kann kanska læra at dáma hansara meinaleysa ágangandi virki.

Tulpen (blau, violett, orange und gelb)

Hugsi um tey, sum noyðast at vera til arbeiðis, fyri at samfelagið skal  ikki steðga heilt. Serstakliga heilsustarvsfólk, ruskinnsavningin og tey sum útvega okkum mat og medisin eiga okkara tøkk og virðing uppiborna.

EMIL NOLDE: Rote und violette Wolken
       
Seinasta summar var eg so heppin at sleppa at vitja Nolde savnið í Suðurjyllandi. Hansara myndir eru  litfagrar og lívgandi hesar dimmu dagar.

EMIL NOLDE : Meer mit untergehender Sonne und Dampfer 1946























No comments:

Post a Comment