Hans Egholm hevur leingi havt áhuga fyri tíðini og søguni hjá Gogguni, og hann hevur savnað nógv tilfar, sum so varð latið í hendurnar á seniorbólkinum í Sjónleikarhúsinum. Tá tey vóru komin ásamt um, hvat skuldi gerast, var Súsanna Tórgarð biðin um at gera eitt kvøld, har vitjandi kundu sleppa aftur í tíðina ein túr.
Hetta goggukvøldið í Sjónleikarhúsinum var undirhald við ymsum miðlum: frásøgn, dansi, myndum, brotum úr útvarpssamrøðum og stuttleikum. Seniorbólkurin í sjónleikarhúsinum hevði fingið hjálp frá Dansifrøi, sum hevði 4 pør við. Súsanna Tórgarð var leikstjóri og Suni og Black vóru ljóð og ljós. Eyrith og Kirsten vóru garderobudámur. Nakrir dansarar úr Dansifelagnum í Havn og orkestrið hjá Frelsunarherinum vóru eisini partur av framførsluni.
Vit spældi tríggjar ferðir (4,6 og 7 juni) fyri fullum húsi. Tað var stuttligt. Fólk sóu tað stuttliga í okkara sketsjum, tað vakra í dansinum og lótu hugin sveima aftur i gamlar dagar.
| Jutta og Dávur |
No comments:
Post a Comment