Aug 31, 2022

Gerandisdagur

 Tað er ikki tað sama at hava feriu, tá ið tú ert pensiomnistur. Á eg minnist, tá ið síðsti skúladagur var í Hoydølum hvørt sumar, tann lætti, tann frøi, at nú kundi tú pakka bøkur og pappír vekk í 5-6 vikur. So var grillveitsla á fløtuni.


grillmeistarin Herleif








Og so minnist eg eisini nógvar fyrstu skúladagar . Eisini deiligir dagar, ein gleddi seg at sleppa til arbeiðis aftur. Spennandi at síggja nýggjar næmingar, og kanska onkrir nýggir lærarar vóru komnir.

Tá ið tú ert pensionistur, hevur tú feriu alt árið, siga tey. Men tað er júst tað, sum er avbjóðingin, tú skalt ikki hava feriu alt árið! Munur skal vera á gerandisdegi og feriu. Góðir gerandisvanar, gerandisvirksemi, eitt skema, ein kalendari. Tilhaldið í Tórsgøtu er eitt stað sum veitir pensionistum ein gerandisdag.

Nú er summarferian av, og Tilhaldið er opið aftur allar gerandisdagar. Vit vóru og sungu morgunsang í gjár, ein so upplyftandi løta. Zacharias Sørensen sat við klaverið. Vit sungu m.a. onkran skótasang, onkran tátt hjá Axel Tórgarð og onkran sang úr avhaldssangbókini.

Seinnapartin fór eg aftur í Tilhaldið, tá hevði eg knívar við. Tí at nú var høvi at læra seg at brýna. Eitt so stuttligt og neyðugt tiltak! Tað er ikki bara, bara, og tað krevur tol. 




Eirik Suni dugir væl at finna uppá!








Og í morgin fari eg til fimleik. Gerandisdagurin er góður.



Aug 25, 2022

Myndir - ikki alt var lutter Luther




BestWestern Wittenberg. Marjun situr og arbeiðir sum vant.







Nørdlingen

Festligt pynt á hotellinum


Húsaprýði í Oberammergau


litfagurt vesi




Katarina

Martin

Bergljót og Turið

Osla og Bergljót

..og Alexa


 


Goethe hevur gist á Hotel Sonne

Hotel Sonne, Nørdlingen
áin Ammer

Hotel Wolf, Oberammergau


Í Luthers fótafari

Okkara túrur í Týsklandi var merktur av tí stórfingna Oberammergau leikinum, Passions Spiele sum verður spældur 10. hvørt ár, men vit høvdu eisini annað á skránni. Martin Luther, sum vanliga verður kallaður tann stóri reformatorurin ella trúbótarmaðurin, var hitt áhugamálið hjá okkum. 

WARTBURG

Fyrsta áhugaplássið var Wartburg,  Miðaldarborgin (frá uml. 1067) har Luther búði inkognito í 5 mánaðir í 1517. Hesa tíðina umsetti hann nýggjatestamentið til týskt. Vit høvdu guide, sum hevði audioguide hjá sær á donskum, sera áhugavert. 



Sera vakur prýddar súlur

v.m. Tístram og Ísinfrú, h.m: Sjúrðarkvæði. 





Hetta kvøldið gistu vit á hotellinum Glockenhof í Eisenach, sum er býurin, har Luther gekk í latínskúla.

ERFURT
Í Erfurt livdi Luther sítt ungdómslív. Foreldrini  ætlaðu honum eina glæsiliga framtíð í vælløntum starvi. Men so varð ikki. Eitt kvøldið Luther var á veg heim yvir heiðina sló toran niður skamt frá honum. Hann gjørdist ræðslusligin og bað til sankta Annu, ommu Jesus, hann lovaði sum olmussu, at hann skuldi fara í klostur.  Og tað bleiv Augustinarakleystrið í Erfurt,  sum Luther gjørdist partur av í 1505. Erfurt var ein sera ríkur og týdningarmikil býur í miðøld. Har var nýmótans universitet í 1512. Framvið har gekk pílagrímsvegurin heilt til Santiago og heilt eystur til Ukraina.

Á hesum flísum hevur Luther gingið

Klostrið í Erfurt












Malcolm




Vit høvdu ein breta sum guide Malcolm úr Warwickshire. Hann hevði búð í Týsklandi, síðani múrurin fall. Hann var sera áhugaverdur at lurta eftir. M.a. greiddi hann gjølla  frá glasmosaikkrútunum í kirkjuni í staklutum. 

klosturgarðurin


gátufør áskrift á hvítum fírkantaðum steini

Hoc est corpus Christi
Soli deo gloria
Ora et labore
Soli fide

Latínið var lærdómsmálið, fyri fólk ljóðaði tað sum hokus pokus. 

Nú gekk leiðin til Wittenberg. Luther bleiv sendur sum prestur/lærari til Wittenberg úr Erfurt, men hansara alskur var altíð til Erfurt.
WITTENBERG

Myndin er tikin út gjøgnum vindeygað á BEST WESTERN. Hugsi, at býurin hevur verið meira livandi í 16. øld. Collegiestrasse var sera friðarlig, hóast har var bæði húsið hjá Faust, alkymisti og universitetið Leokora (1502), og í býnum er sjálvandi eisini slotskirkjan, har ið Luther setti sínar 95 setningar.

Vit vitjaðu eikitræið, har sagt verður, at Luther  í 1520 brendi pávabrævið, sum lýsti hann í bann. Morgunandaktin varð hildin har við eikina, Marjun var í kapping við ferðsluna aftanfyri. Eikin, sum nú stendur á staðnum, er frá 1883. 

Tað skuldu 4 konur til at fevna eikina.

Í Wittenberg er Lutherhaus, sum er bústaðurin hjá Luther og konuni Katarinu von Bora. Tað er ikki eitt vanligt hús, tí at Luther fekk eitt niðurlagt klostur at búgva í. Tey vóru nú heldur ikki eitt vanligt kjarnuhúski, afturat sínum 6 børnum høvdu tey studentar búgvandi, so tey vóru ofta uml. 30 fólk í húsi. Katarina von Bora var ein av 12 nonnum, sum rýmdu úr einum klostri í 1523, søgan sigur, at tær vórðu smuglaðar út í tunnum. Luther hjálpti hesum kvinnum og gifti seg sjálvur við Katarinu, hon var 26 og hann 41. Katarina var eitt konubrot, hon hevði ans fyri pengum og dugdi væl at halda hús. Sum sæst á standmyndini var ferð á henni.
Katarina (Ninna Kock 1999)

Marjun við eikina

Í savninum Lutherhaus eru sera nógvir málningar , serstakliga eftir Kranack, og sera, sera nógv skillingsprent við tíðarinnar kjakevnum. Hetta prentið vísir hin gramma avlátsseljaran Tetzel ríðandi á esli, sum ein spottandi tilsiping til Jesus, pengaskálin er har og øll stemplini, bæði frá páva og presti. Og ein sær, hvussu prentkynstrið hevur elvt til kjak  í almenna rúminum.


Seinasta stoppið hjá mær var slotskirkjan við setningunum.

setningarnir


Aug 21, 2022

Oberammergau - Líðingarleikurin 2022

Myndin er tikin av svalanum á gistingarhúsinum í Oberammergau, sum liggur suður ímóti eysturríkska markinum

 Vit kannaðu, hvat navnið á hesum suðurtýska býi merkir: ovara spurvaøki. 

Nú varð tað endiliga veruleiki! Ferðin var bíløgd og goldin fyri tveimum árum síðani. Atgongumerki til sjónleikin í Oberammergau vóru keypt, men alt varð avlýst í tvey ár.

Ferðalagið var 43  fólk undir kønari leiðslu hjá Marjun Lómaklett presti. Marjun er norðingur og hevur virkað sum prestur har. So tað vóru sera nógvir norðingar við, summi búgva aðrastaðni í Føroyum, men eru norðingar innast inni.  Hjá málfólki var tað eitt eykabonus at sleppa at hoyra so nógva ektaða dialekt. Vit vóru burtur 6 dagar. Vit koyrdu 3600 km, so kann ein og hvør siga sær sjálvari, at bussurin var okkara annað heim hesar dagar. Bussurin var frá UNITAS rejser, og bilstjórin Allan var sera góður og fyrikomandi, og so virkaði hann eisini sum guide av og á. Men tað var Marjun, sum segði okkum frá Luther, og tað var Marjun, sum hevði andakt hvønn morgun. Hon var sera væl fyrireikað, hevði skrivað sær ein fyrilestur um hvørt áhugapláss. 

Vit gistu á nýggjum stað hvørt kvøld: Vejle, Nørdlingen, Oberammergau, Eisenach, Wittenberg, Hamburg.

Endastøðin og høvuðsmálið á túrinum var leikurin um líðingarsøgu Krists, Passions Spiele, sum verður spældur 10. hvørt ár í Oberammergau i Bayern.  Eitt sera flott og stórt sjónleikarhús, áskoðarapláss til 5000 undir taki og ein stórur pallur, partvíst undir opnum himni. Stór orkesturgrøv til orkestur. 

Tað mest hóskandi orðið um leikin er kanska stórsligið, hann var stórsligin ella stórfingin. Fleiri hundrað leikarar, sangarar og tónleikarar í samspæli. Teksturin heldur seg tætt at bíbliutekstinum, búnarnir vóru miðaldarligir - tey hava spælt henda leikin síðani 1634, so okkurt er sjálvsagt broytt. Men teksturin, tey brúka nú, er frá 1850, og eingin kollveltandi nýtulking hómaðist. Sera realistiskt spælt, t.d. var livandi seyður og dúgvur og onnur djór við á marknaðinum í templinum. Og písking og krossfesting var sera grafiskt lýst og ikki fyri sartar sálir. Av tí sama bar væl til at fylgja við í søgugongdini hjá okkum sum eru von við bíbliusøgurnar.

Sjálvandi er tað ikki loyvt at taka myndir, hesar báðar myndirnar, av seinastu kvøldmáltíðini og tá ið Jesus kemur til Jerusalem, eru úr einum bóklingi.


 

Leikurin var trítráðaður, skift varð millum sang-tónleik (bæði kór og solo), leik og still myndir, tableaux úr gamla testamenti, t.d. gullkálvssøgan, Dánjal í leyvuhellinum. Hesi tableaux vóru gjørd við leikarum, sum vóru uppstillaðir og so stóðu, sótu, lógu pinnastillir. Eg helt fyrst, at tað vóru útskornar myndir, tí har á leiðini eru tey serfrøðingar í at telgja myndir.

Leikurin tók 5 tímar, vit fóru heim á hotellið til døgurða í steðginum. Eg hevði sagt ósatt, um eg segði, at leikurin var ikki langdrigin, seinur. Kanska áskoðari, sum er von ið skjóta filmsklipping og skjótt internet er vána áskoðari í hesum føri.


Marjun og eg, sita á triðfremsta rað í tí stóra sjónleikarhúsinum.

Líðingarleikurin er sera týdningarmikil í býnum Oberammergau. Tey venja í tvey ár hvørja ferð, fleiri túsund eru við í framleiðsluni hvørja ferð. Um tú skalt spæla við, skalt tú verða fødd í Oberammergau ella hava búð har 20 ár. 450 børn eru við í leikinum, tað verður hildið vera heiður at vera við. Tey spæla 5 ferðir um vikuna í 5 mánaðir.

Systramáltíð áðrenn leikin

Stórt modell av tornakrúnuni

Ferðavinnan er sera tengd at Passions Spiele, har á leið eru tey flestu katolikkar, og krusifix og halgimannamyndir eru sera vanligar. Sum lutheranari fekk mann eitt sindur nokk av krossfesting og deyða. At maturin verður lýstur við permumynd av krossfesta Kristi er í mínari verð ikki so matligt.


matarlepi 

Bygningurin sum er klæddur við hvítum klædnapløggum er eitt býarsavn í Oberammergau, sum m.a. hevur lutir og klæði og frásagnir frá Passions Spiele gjøgnum tíðirnar.

Ein sera áhugaverd uppliving saman við vitandi mentaðum fólki. Takk Marjun og takk tit øll. Ein bloggur kemur afturat