Feb 28, 2011

Aftur í Evropa





Kom til Reykjavíkar leygarmorgun kl. 6 Siti nú á landsbókasavninum í Rvík, her er so flott.
Fari aftur til FR í kvöld. Í gjár var eg við Gudny og vitjaði Rúnar og Tamilu, tað var stuttligt at síggja Rúnar aftur. Nógv ár síðan seinast.

Feb 27, 2011

In all Earnest. Day 7





At the Roundabout Theater on Broadway - Wilde is wilde. The play was delightful. Witty in a very British old school. All about wordplay and misapprehension. Indeed a true comedy of errors. I wonder why it is customary to have a male actor cast as aunt Augusta, she was really august! The names, the names for crting out loud! Algernon, or Algie! Class conscious, ironical, almost spiteful! But as I said , delightful my dear boy!
The play was at 7, and before that I went to a BBQ and had a steak with french fries - excellent food. And before that again I was in book heaven. Browsing through rows and rows of books at Barnes and Noble. Then having coffee while leafing through what I'd found, and then again attacked the shelves, carefully marked e.g. Teens, Teens romance, women's erotica, food etc.etc. Pure joy! And before that I was reading in bed. From 3 am to 6 am I was reading The Postmistress, a novel by Sarah Blake (tell you about that later).
And now dear reader, you may ask, what's with the English, it is 1. to show off my new cool, 2. inspiration from Wilde's playful text 3. a keyboard lacking in essential signs and 4, I just might force my students to study the blog in English class...joke.

Feb 25, 2011

City of Museums Day 6



Fór ikki heimanífrá fyrr enn kl. 8.30. Eggs, cheese and ham on a bagel, juice, coffe (12 dollars. Metropolitan Museum of Art er stórt, eg meini gildugt. Valdi rómverska, kypriska, grikska list og mang annað frá. Valdi modernaða málningalist. Tað er undranarvert, at nøkur listaverk eru eftir i Evropa, so mong sum her eru. Tað var sera spennandi at siggja, eg visti ikki, at Degas hevði gjørt so nógvar skulpturar. Tá ið hann var deyður funnu tey eina rúgvu av halvlidnum og heillidnum formum og útkastum til smáar standmyndir. Arvingarnir góvu loyvi til at myndirnar vórðu stoyptar, mest balettmyndir, hestar og so konur antin i bað ella a veg úr bað og í ferð við at lata seg í, greiða sær etc. Men tann amerikanska modernisman sigur mær ikki nógv, má eg siga.Síðani fór eg eftir Museum Mile til Guggenheim, men hvat galt, har er ikki opið hósadagar, annars er tad mánadag, at museum eru stongd, men nú var hósdagur, so eg sá bara museumið uttanífrá, men tað er nokk eisini tað flottasta. So gekk leiðin tvørtur um Central Park til Museum of Natural History, eitt planetarium við einum filmi um stjørnur og sólina, Whoopi Goldberg las tann sera pedagogiska tekstin, siðani var har ein stor framsýning um djór og mentanir úr øllum heiminum, støvutir filar og tikarar - nokso nógv øðrvísi enn BBC djórafilmarnir, vit eru von við. Men hetta er eitt gamalt museum. At enda tók eg Metro til Harlem, 125nda gøta er mitt i Harlem er mar sagt. Leyvoy hevði viðmælt eina Sylvia's, eg fann ikki Sylviu, men MacDonald, so tað var ikki soulfood beinleiðis...men eingi hvit folk at siggja næstan. So aftur M downtown og til gongu heim, tá vóru føtur og bein ikki nógv verd.

Feb 23, 2011

A NEW YORK MINUTE - or a few






Tad lognasta eg havi sad, og onkusvegna er tad so "over the top" - yvirflodar, brukara syndromsligt...ein frisoersalong til dukkur...eg lygvi tad ikki! og tar toku arbeidid sooo seriost.Gentan, sum eigur dukkuna (og mamma hennara) sita so hinumegin bordid og hyggja og bida.
Hinir minuttirnir eru: eg og ein attendant a Times Square, attendants eru allastadni, street attendants, station attendants, hotel entrance attendants you name it! Og so eru tveir vid sovordnum smartum saltbussum, eg haldi at Hedin skuldi investerad i slikar, so snilt...ta id mann sar oll hasi floggini vid Rockefeller Center, hugsar mann, at tey hava ikki ordiliga tikid "less is more" hugtakid til sin. Skoytubreytin er eisini har vid Rockefeller Ceter.

City that never sleeps Day 5






I dag var ferjudagur. For fra husum kl. 8 , at morgunmat a vegnum, sum allir new yorkarar. Tok subway til Bowling Green a Sudurmanhattan og fekk dagsins fyrstu ferju ut a Liberty Island (aftur takk Turid, slapp fra at standa i bidirod). Eg helt mar i freistingini at keypa mar statue of liberty kulupenn, oskubikar,lummaturriklad osfr. men eg keyptiGudny eina gavu...Aftana var tad Ellis island og tad sera ahugaverda immigrant museum, vid m.a. einum donskum 1 kronusedli. Savid er i ti bygninginum, har innflytarar blivu kannadir, adrenn teir sluppu inn i landid. Bygningurin (Custom House) er restaureradur, flott soguligt museum. Nu siti eg a einum nyggjum bokasavni vid nogvum teldum, og teldan setir myndirnar inn MY WAY :)

Feb 22, 2011

Big Apple Day 4









Um morgunin voru vit i einum handli, sum eitur Amercan Girl, tey selja dukkur, men tad er sanniliga ikki til stuttleika. Handilin hevur eina ramsyning vid dukkum, sum imynda gentur fra ymsum tidarskeidum, har eru eisni dukkur i so storum urvali, at tu kanst velja eina sum likist akkurat tar.Var i Tenement Museum i Garment DIstrict a Lower East Side. Hetta savnid er smaar ibudir hja innflytarum fra 1893 og seinni. Vit fingu fragreiding um tvar familjur og voru i teirra ibudum. Arbeidaraibudir, onnur familjan var polsk og hin ukrainsk.Um kvoldid voru vit i Chinatown og fingu okkum at eta.

City of cities Day 3





Dagurin byrjadi vid langari pilagrimsferd til Columbia University,har eg hevdi eini orindi. Eg for til gongu, eg hugsadi, hvussu ringt kann tad vera, tad er i bynum. Eg gekk fra 46di gotu til 116 gotu, tad eru gott 10 km, finur turur. So tok eg buss aftur hin vegin, ti Leyvoy var vantandi til NY. Eh sat i lobbyini ta id hion kom, so stuttligt at siggjast.
Og nu havi eg mina personligu guide og personal shopper eisini. Leyvoy hevur bud i New York og studerad a Columbia. So gekk leidin a MOMA, tad var eitt fantastiskt upplivilsi. Sum tey eiga nogv listaverk her, sjalvandi tey eiga tad mesta, sum fast fyri pengar. Allir teir storu Van Gogh, Chagall, Matisse og ja allir, men tad var stuttligt at siggja amerikanskar modernistar, so nogv odrvisi enn mann er vanur vid. Eitt flott museum, og eg fekk brukt passid fra Turid (Takk Turid), on the downside var at eg misti hugvuna burtur, bara soleidis medan eg gekk og gapadi og gloddi. Vit voru eisini i Central Park. Og Barnes og Noble, men har fari eg heilt sdikkurt aftur, tad var so hugnaligt. So foru vit at eta i China town. Super dagur. Leyvoy stendur vid eitt domi um amerikanska myrka modernismu....ok onkrar myndir eru nu settar a skeivan dag..

Feb 20, 2011

Big Apple day 1 and 2




JFK var langar bidirodir og ein kona sum ropti hjalp a vesi, ti hon hevdi havt eitt ohapp, tad luktadi mann langa leid. Eg for og ropti a dottur hennara sum bidadi eftir henni, neydar kona, hon var heilt olukkulig, vildi ikki lata upp...
Eg tok air train og subway til Manhattan og gekk ein tein eisini og dro kuffertid, tad var fint. Kamatid a Marriot East er fint.
I morgun for eg ut um 8 tidina at faa mar morgunmar fekk mar western omelette. Havi mist leidningin til myndatolid burtur, so i dag for eg at keypa ein, og eitt yvirtaladi meg at keypa ein kortlesara, sum eg fai ikki at rigga, so myndirnar tar bida bara enn.
Annars var eg i kitkju i morgun Eucharist, St Patric's Church og sjalvandi so sa eg Billy Elliot musicalin i dag...ikki so nogv finesse haldi eg...nu eru 5 dollarar uppi

Feb 19, 2011

Keflavíkar flogvöllur

Síggi, at tad eg royndi at flyta av telefonini í gjár er ikki komid fram. Nú er ferdin ordiliga byrjad. Svav val hjá Gudny í nátt, deiligt at síggja Kára, sjálvt um hann hevdi eitt sindur av gestanykkum. Í gjárkvöldid fekk eg laks til dogurda, og í dag vóru vit uttanfyri og spaldu.
Fór vid flogvallarbussi úr Rvík, Gudny fylgdi mar oman á BSÍ. Vedrid er fínt, nokso kalt, men sólin hevur sad ein part av degnum. Síggi at bloggurin er blivin verdinskendur í Föroyum, sí sosialin í dag. Havi lisid ein part av The Potato Peel Society, sum Inga Rósa gav mar )takk Inga Rósa=, hon er so fín, skemtilig og lött í lund. Tad er ikki fyrstu ferd Inga Rósa hevur víst mar, hvat eg skal lesa, hon hevur nösina. Tíverri dugi eg ikki at finna nakra usb inngongd her á telduni )mátti eisini hava hjálp at finna alfa), so myndirnar muga vída til seinni. Hoyrast!

Feb 18, 2011

Reykjavík day 1



Vit lendu akkurát til tíðina í sólskini í reykjavík. Men hatta komurúmið á flogvöllinum er skemt...also nei onki stuttligt, fólk sum sild í tunnu og kuffertini eisini . Men so fór eg tl gongu i ti deiliga vedrinum, norröna húsið hugsadi eg. Kaffimunn og lesa blödini nei nei tey hövdu bara dögurda ná eg fór so á háskúlatorgið, har var hugnaligt, hundrad studentar ella fleir sotu har. Ta id eg hevdi gingid nakad aftur tok eg ein bil a nesveg til gudny. Og so strætó í býin aftur. Men dollarar fekk eg ongar i landsbanka íslands, ti at eg hevdi ikki ferdaedilin hja mar

Feb 16, 2011

Bókastev í kvøld


Bókin var Renselse hjá Sofi Oksanen. Óunnilig bók á mangan hátt, kanska er tað soleiðis vit menniskju verða, tá ið vit verða viðfarin sum dýr. Vit brutaliserast, sum Aliida. Bókin er um persónar, Aliidu, systur hennara og svágin og systurdóttrina, men eisini um eitt land. Og persónar, konufólk og land verða hertikin og neyðtikin og yvirrend. Ein høvuðsmynd er flugurnar og maðkarnir, eiturkoppar og onnur skordýr. Fremst í bókini roynir Aliida at brúka flugusmekkaran, men tað er ikki so lætt at steðga flugufloyminum. Neyðars Estland, sum hevur ligið har til fótatraðk hjá russum og nasistum. Aliida er sterk, hon hevur ein sterkan vilja og eitt yvirlivilsisgen. Heitið á bókini kann nokk vera so mangt, kanska Aliida reinsar sína samvitsku og fær avlát fyri sítt lív, tá ið hon hjálpir Zaru. Kanska er seinasti eldurin tann endaliga reinsingin, útruddingin av eini familju og eini svárari konflikt í Aliidu og í Estlandi. Zara er tann nýggja tíðin, men hon fer nokk úr Estlandi, og hon hevur eina tungu byrðu við sær.

Feb 15, 2011

Nicolina Beder

Hon er 82 ár, fyllir 83 í apríl. Hvør skuldi trúð tí? Hon var í kvøldskúlanum og helt fyrilestur og vísti fram bæði tógv og liðug avrik, virkað úr ull og tógvi. Bæði broddi og samfingnum. Sumt so sterkt sum seglgarn . Seyðbond skuldu ikki vera úr svørtum, søgdu tey gomlu, um tú hevði bara svart, so noyddist tú í minsta lagi at hava nakað av hvítum í – tað hevði at gera við tey fornesku. So livandi og áhugað í evninum við sama lag eftir øll hesi ár.  Nógvar søgur frá túrum kring landið og í øðrum londum. Tað hvíta turriklæðið á myndini er ikki bundið men knýtt.

binda 003 binda 005 binda 006 binda 007 binda 010 binda 012 binda 014 binda 016 binda 018 binda 020Nicolina Beder

Feb 14, 2011

Føroysktlærarar – 1845…2011

Í gjárkvøldið kom boð um, at rektararnir skula taka støðu til, hvussu danskt skal skipast í miðnámsskúlanum. Rektararnir???? Fyri at sleppa frá tí kjaki og kegli, sum annars er í øllum hesum máli? Ná, okkara rektari hevur verið so frægur, at hann hevur biðið faklærararnar um ráð.  Eina ferð um árið  hittast føroysktlærarar á miðnámsskúlum á fundi. Tað er lærugreinaráðgevin, í løtuni Sólvá Jónsdóttir, sum skipar fyri. Vit hittust í morgun í arbeiðarafelagshúsunum í Tjarnardeild. Kunning um námsætlanir og próvtalsstiga osfr.  Vár í Ólavsstovu legði í stuttum fyrilestri fram nakrar niðurstøður úr síni Phd ritgerð. Nógvar avbjóðingar á mongum mótum, fáar loysnir. Langir ynskilistar og ongin at taka ímóti listanum. Fyrr var føroyskt hjálparfak hjá donskum, nú verður danskt hjálparfak hjá føroyskum, mangt umbroytist á mansins ævi.

binda 003 binda 005 binda 007