Showing posts with label Mál. Show all posts
Showing posts with label Mál. Show all posts

Apr 8, 2023

París - skeið í fronskum

 Havi leingi ætlað mær at lært meira franskt. Havi eisini verið á onkrum skeiði á kvøldskúlanum. Nú var tað so eitt intensivt skeið í París. Frida Sofía og Madeleine koyrdu meg til  hotel Apolonia, og longu tá sá eg ein part av París, koyrdu gjøgnum triumfbogan, keyptu bøkur í Smith and Son á Rivoli. Sóu tann kenda glastríkantin í Louvre.

triumfbogin og FS á ólavsøkugøtuni



Hotellið Apolonia er á rue Marcadet nr. 147, tað er tætt við har, sum skeiðið var á rue Championet nr. 87, tað tók bara 10 min. til gongu. Næsta M støð eitur LAMARCK. 

Bilsin var eg fyrsta morgun, eg møtti á skeiðnum, at tímarnir skuldu vera í miniheiminum hjá læraranum Agnes Petillot. Vit vóru bara tveir næmingar, men hon hevur heldur ikki pláss fyri meira enn max. 4. Har vóru so vit hvønn fyrrapart inni hjá henni, ein fyrrapart fóru vit námsferð á Montmartre. 

námsferð


Undirvísingin var sera persónlig, men eisini professionell. Vit trenaðu samrøðu, at lurta og útfylling av mállæruuppgávum. Ein bók fyrlgir við skeiðnum, sera góð og fylgir nágreiniliga CEFR.


Agnes dugir sera væl at spyrja pg svara á løttum fronskum. Seinnapartin kundi ein so royna í veruleikanum tað, ein hevði lært. Agnes hevur búð í Danmark nøkur ár og dugir danskt nøkulunda. Hon hevur eisini verið í Føroyum tvær ferðir á rundferð við tónleikarum.

Um middagsleitið fóru vit so at fáa okkum miðmála, tvær ferðir fór eg við Aninu, tað var hin næmingurin, eina ferð fóru vit allar tríggjar. Tann dagin fóru vit á auktión, tá ið vit høvdu etið. Fínur máti at læra tøl. Har var ikki bara sjálv uppboðssølan, men eisini stór framsýning við lutum, sum skula seljast seinni. Ein sjáldsom verð,  Ein Giacometti var á uppboðssølu, og fólk vóru gramm at bjóða. Men eg haldi ikki, eg lærdi tølini.




Meting:  70.000-90.000 ev.




Agnes vísti okkum staðið har hon hevði búð einaferð



toydukka við toskarhøvdi
Eg var á Montmartre museum, har var savn um kabarettina Chat noir, fult av gomlum plakatum, bilettum og málningum av can can dansarum, men so var eisini ein fyribils sýning av listarverkum eftir konufólk, Surrealism au feminin?
pískur av flættum
Sera áhugaverd og provokerandi listarverk


Agnes og Anine



Agnes hevði lagt eina fína skrá fyri okkum, eitt kvøld vóru vit til jazzkonsert í le Duc des Lombards.
Haldi eg fekk nógv burtur úr skeiðinum.







Mar 1, 2021

Grør um gangandi fót - ella: Føroyskt sum annað mál.


Kvøldskúlin í Havn er blivið mítt annað heim!  Í dag er ein serligur dagur, tí í dag byrjar ein nýggjur flokkur í føroyskum sum annað mál, og  í dag var eg og vitjaði tey. Tað er so hugfarsligt, at lærugreinin "Føroyskt sum annað mál" (FSA) trívist og veksur. MMR  (v/Helenu D. á Neystabø) hevur arbeitt og arbeiðir við próvtøkum til hesa lærugrein í fyrimyndarligum samstarvi við Katrin E.L.Jacobsen, sum hevur royndir á økinum úr Danmark. Somuleiðis er arbeiði sett í gongd at gera mínar bøkur  (Vælkomin, Viti) meiri brúkaravinarligar við upplestri og fleiri uppgávum.

Toymið á Tórshavnar kvøldskúla
 

Kvøldskúlin hevur miðvíst arbeitt við hesum evni í nógv ár. Samstarvspartnarar hava verið lunkaðir, fundir, ráðstevnur og skeið. Nógvir meylar til MMR, játtanir og grundgevingar. Men ...tolin trívst og treiskin vinnur sigur orðatakið.

Nú í 2021 er tað politiskt korrekt at tosa um málundirvísing sum part av integratión. Samstarvspartnarar , Reyði krossur, integratiónsprestur koma á gátt og bjóða sínar tænastur, MMR veitir játtan, skeið hevur verið í CEFR . Í vikuni var ph.d. ritgerð løgd fram um málsligan ójavnað og forðingar fyri útlendingar á arbeiðsplássum. Sera áhugavert, vónandi er sumt broytt og annað í broyting. Mál er vald, at hava orðið í síni makt er vald. Um málið verður tikið frá tær, minkar tú sum menniskja. Tú skapar ójavnað, og varðveitir ójavnað, um tú forðar fólki í at tala og siga sína meining og taka lut í samfelagnum. 

3 FLOKKAR !! YES!!

Jóna og Vár eru lærarar í tí nýggja flokkinum. Fólk úr øllum heiminum hava funnið veg í JH Schrøtersgøtu.

Jógvan Sørin bjóðar vælkomin.

USA, Brasil, Filipsoyggjar, Jordan, Turkaland og fleiri











Vit høvdu "upptøkuroynd", visitatión, og spennandi er at fylgja við, hvørjum støði flokkarnir eru á, CEFR hevur jú síni støði og stig. Vit eru á veg! Alt tekur tíð, vit eru komin væl í gongd, haldi eg. Úrslitið sæst um nøkur ár.


Stakk inn á gólvið hjá Petru, sum hevur millumflokkin, altíð deiligt at hitta eldsálirnar. Vit sungu "Sjeikin" hjá NALJU. Elski lagið, kann syngjast ordiliga hart!


Og síðani inn til Annu Marjuna, tosaðu um, at nú eru tær 4 lærarar, nóg nógvar til at skipa lærarafund. Eitt so frálíkt hugskot, sjálvandi skula tær tosa sínamillum um: støðið í teimum ymsu flokkunum, um onkur næmingur skal hava serligt ansni, um tilfar, læna hvørjari aðrari heimagjørt tilfar osfr.

Enn er nógv eftir at gera. Til dømis manglar tilfar til "alfabetisering" av vaksnum, t.e. fólk sum hava eitt annað alfabet enn okkara ella møguliga einki alfabet (analfabetar) . Vit hava ikki nógvar tilflytarar, sum hvørki duga at lesa ella skriva, men við tí vaksandi tali av tilflytarum verða fleiri av teimum eisini.

Herligt at fylgja við á síðulinjuni.

AÁBDÐE

            FGHIÍJKL

                                MNOÓPRS

                                                        TUÚVYÝÆØ




Sep 10, 2020

FSA - CEFR - VISITATIÓN

Skeið í 4 dagar, fyrst tveir um CEFR sum heild, síðani tveir um visitatión. 

Orðið visitatión verður ofta brúkt av heilsumyndugleikum, fólk verða visiterað til eitt ellisheim ella ein annan stovn. Tað verður kannað og testað, um persónurin hóskar til staðið ella staðið til persónin. Í okkara føri er tað kanning ella testing av næmingum til Føroyskt sum annaðmál. 



Skeiðini vóru skipað av av Helenu D á N., sum arbeiðir á Námi og hon hevði afturat sær Katrin E.L.Jacobsen, sum arbeiðir í Tønder á málskúlanum, har tey hava Danskuddannelse og Asbjørn Nybo, sum arbeiðir í SIRI (Styrelsen for international rekruttering og integration) við at gera og samskipa uppgávur og royndir í Danmark.

Til fyrra skeiðið vóru umleið 40 fólk úr øllum landinum. Tað er hugaligt, at vit so við og við hava ein starvsfólkahóp til hesa nýggju lærugrein.

Kunnað varð eisini um ætlanir viðvíkjandi undirvísingartilfari, m.a. kunnaði Maria Heradóttir um arbeiðið við at gera eina føroysktbók til børn við øðrum móðurmáli enn føroyskum, fyrimyndin her er týsk.




Í vár sat ein nevnd og arbeiddi við at laga danskt tilfar til hetta økið,  og nú varð tað so lagt fram fyri lærarar úr øllum landinum. Spennandi verkætlan, rós til fyriskiparar.



 




Sep 2, 2020

FSA - føroyskt sum annaðmál.

Nú eitur lærugreinin hjá mær Føroyskt sum annaðmál. Nú er rættilig gongd komin á at menna lærugreinina. Megnarkonur sita við róðrið. CEFR skipanin skal nú brúkast í Føroyum (FSA 1,2,3). Hetta er eitt, sum vit hava lisið og sungið eftir síðani 2014. Men økið er stórt, og nógvir staklutir eru, so tað tekur tíð at laga alt til okkara viðurskifti.


Katrin og Helena fyrireika skeið

 

Kvøldskúlin í Havn hevur gingið undan í hesum máli, har hava verið gjørdar ymiskar skeiðsroyndir í Føroyskum sum annað mál, og ymiskt tilfar er framleitt sum partur av undirvísingini.


Finn tvey orð á hvørji reglu sum ríma

Hvat stendur á hillini
                                       uppgávur til krabbabók
uppg. til krabbabók


lesivenjing

Nevnd hevur sitið og umsett og lagað danskt tilfar til um CEFR og um visitatión. Nú verða so tvey skeið hildin saman við Katrin Lydersen Jacobsen, sum MMR v/ Helenu D. á Neystabø skipar fyri.  Tað fyrra um CEFR skipanina, og tað seinna um visitatión t.e. hvussu ein kannar, hvar í skipanini næmingar skula byrja

Vit arbeiða við at savna tilfar, sum longu er gjørt, so at øll fáa gleði av tí. Væl kent er, at lærarar sita og klippa og klistra hvør í sínum lag heima. Ætlanin er at skanna og leggja á netið.


May 24, 2019

Málamót í Føroyum ella: Meðan vit bíða 3

Hjalmar P. Petersen hevði eina áhugaverda framløgu í Málráðnum á fundinum 23 mai. Hjalmar er málfrøðingur og hevur skrivað "A Language Course for Beginners", hann undirvísir og granskar á Fróðskaparsetrinum.
Framløgan var um málamót í Føroyum. Møti millum mál og tær broytingar, slíkt møti hevur við sær. Talan er sjálvsagt um føroyskt øðrumegin og dansk og enskt hinumegin.

Í talvuni sæst, at donsk ávirkan ger seg galdandi í 19. øld og ensk í 20. øld. Av fyrstantíð var tað hábærsligt at tosa danskt, men seinni bleiv føroyskt hámál. Føroyingar vandu seg við at tosa føroyskt við danir, sum skilja føroyskt. Øðrvísi er við enskum, tað sær út til, at enskt hevur hámálstatus millum serliga ungar føroyingar. Tey ungu tosa ofta enskt sínamillum, og børn heilt niður í barnagarðsaldur duga ensk orð og vendingar. At skifta millum mál verður kallað koduskifti. Tað er fínt at duga at koduskifta, vanliga duga fólk bæði málini væl, tá ið tey koduskifta. Men koduskifti er eitt, eitt annað er málskifti.
Hjalmar: Men spurningurin , ið vaknar er, um vit standa yvir fyri einum málskifti í framtíðini. Knoohuizen (2019) sigur, at hetta hendi í Hetlandi, tá ið 25% av fólkinum tosaði skotskt-enskt (hetta vóru skotskir tilflytarar, ið komnir vóru). Hetta svarar til, at vit hava 12.500 tilflytarar í Føroyum. Talið er kanska ikki heilt órealistiskt, tá ið vit hugsa um tilflytarar + ungdóm, sum fer yvir til enskt.
Møguliga kann tað fara at síggja soleiðis út (Lindquist 2018):


Tað ið Hjalmar vísir á í hesi talvu er, at føroyskt fer at gerast gestur í egnum húsi. Enskt verður tað hábærsliga, og føroyskt verður til húsbrúk. Tað er nokk ikki bara ein "úlvurin kemur" støða nú. Vit vita tað, vit hoyra tað rundan um okkum. Hjalmar hevur eisini uppskot til loysn í evstu løtu. Skipa undirvísingina í føroyskum til útlendingar, børn og vaksin!! Setið krøv til teirra, sum koma higar!! Setið pengar av til at skapa eitt digitalt málkorpus at arbeiða við!  Men hvussu ber tað til, at okkara politikarar, sum altíð siga seg elska okkara mál, sum er okkara fremsta tjóðareyðkemnni, ikki vilja raðfesta tað? Vit hava eitt stórt málráð við nógvum kompetentum persónum, men alt ov lítlari játtan. Vit hava fólk, sum vilja í gongd við at gera tilfar, vit hava granskarar, sum fegin vilja arbeiða við hesum. Men vit vita, at tað er ikki smápengar talan er um. Nú ið val stendur fyri durum og tunnilslyftini koma á breddan, eiga veljarar at spyrja sínar politikarar, hvat tey ætla at gera, so at føroyingar eisini tosa føroyskt um 100 ár.

Mar 29, 2019

Føroyskt sum annaðmál. Ella: Meðan vit bíða 2


2015


Átta ferðir havi eg staðið á samkomu hjá Kvøldskúlanum og róst næmingunum. Átta ferðir havi eg sagt, at nú verður arbeitt við at skipa undirvísingina, soleiðis at tilfar, lærarakreftir og støðismetingar vera á evropiskum støði. Skjótt verður "føroyskt sum annaðmál" eitt virðiligt og virt fak sum onnur fak, við skikkaðum lærarum og góðkendum royndum á ymsum stigi osfr. Skjótt. Skjótt. Samband hevur verið alla tíðina við MMR, men eg vil ikki kalla tað eitt tætt samband ella eitt effektivt samband. Tað er ikki langt av Hoyvíksveg í JH Schrøtersgøtu - fysiskt. Men stundum hevur tað virkað, sum skuldi Kvøldskúlin ligið á mánanum.

Vár 2018
Á Námi seta tey fólk, oftast lærarar, at gera lærubøkur, t.d. fulltíðarstarv at gera lærubók í landafrøði ella stjørnufrøði. Men føroyskt sum annaðmál hevur ikki slíkt fulltíðarstarv. Gamaní onkur situr og blaðar í eini danskari ella norskari bók ætlað tilflytarum í teimum londunum. Men danskt og norskt eru púra ólik føroyskum, tá ið tað snýr seg um mállæru, so tað er valla vegurin at fara, um vit vilja gera eina góða lærubók, hóast temu og myndatilfar kanska kundu verið góður íblástur.  Kanska vit skuldu skeitt at Týsklandi? Týskt og føroyskt eru lík mállæruliga.  Har eru milliónir av tilflytarum úr øllum heiminum, har er CEFR skúlar á øllum stigum. Ivaleyst hava tey væl skipaðar lærubøkur við hóskandi mállæru til hvørt stig.
vár 2017
Raðfesting er sjálvandi lykilsorðið. ALT er raðfesting, skúlin er raðfesting, LÍVIÐ sjálvt er raðfesting.
heyst 2018
28.03.2019
Nú í gjár var aftur ein hátíðardagur á Kvøldskúlanum. Ein deilg løta á Reinsarínum, deiligt at síggja tey glaðu ungfólkini, deiligt at fáa gávu og rós. Tað besta við degnum var, at landsstýriskvinnan Hanna Jensen segði, at nú eru tey farin at endurskoða námsætlan, og nú verður framhald av framhaldsskeiði, og nú fara tey at implentera CEFR. Og - hoyrdi eg í útvarpinum - nú fara tey at gera vaksnamannaskúla (svarar kanska til VUC í DK, sum hevur hesa undirvísing um hendi).  Takk (fyribils) Hanna, og Takk Kvøldskúlin, sum hevur taðað og slóðað fyri í mong ár.

Hanna Jensen

tey syngja

Páll fangi, leikbrot
 
An fær sína váttan frá stjóranum Jógvani Sørin
Angelina talar
Alina, lærari

Juliana talar


Sep 10, 2018

Kvøldskúlin aftur í gongd

Føroyskt sum annaðmál fer í gongd fyrr enn hini skeiðini um heystið. Í ár gera vit eitt sindur øðrvísi, tí vit høvdu møguleika at býta byrjanarflokkin sundur í tveir bólkar eftir førleika. Vit gjørdu eina støðiskanning og mettu síðani um, hvør hóskaði best til allar-allar fyrsta støðið A1, og hvør mundi fáa meiri burtur úr einum eitt lítið sindur hægri støði A2.  Hin lærarin er Alina Jespersen, hon er Meistari í lingvistikki, dugir væl føroyskt og hevur royndir av júst hesi undirvísing úr Týsklandi. Stutt sagt ein funnin fressur!

Vit eru sostatt farin undir at tillaga okkara undirvísing í FFM til CEFR krøvini - tað er evropisku sundurbýtingina eftir førleika. Í summar keypti eg nakrar skúlabøkur til hesa undirvísing, sum tey brúka í Noreg. Ein tekstabók og ein uppgávubók til hvørt stigi.


A1 
 Bøkurnar kalla lærugreinina "norsk og samfunnskunnskap", og vit síggja, at Noreg er alla tíðina annar tráðurin.
A1
A1



A2

B1

B2

Alina og Bergljót, lærarar

 Sera áhugavert at síggja, hvørji evni tey velja, og hvussu progressiónin er. Tíbetur síggi eg, at mín byrjanarbók VÆLKOMIN líkist hesum frálíku bókum, tó als ikki í øllum og als ikki í myndatilfarinum. Hesar norsku eiga at vera nakað dýrar at framleiða, hugsi eg.