Føroyskt sum annaðmál fer í gongd fyrr enn hini skeiðini um heystið. Í ár gera vit eitt sindur øðrvísi, tí vit høvdu møguleika at býta byrjanarflokkin sundur í tveir bólkar eftir førleika. Vit gjørdu eina støðiskanning og mettu síðani um, hvør hóskaði best til allar-allar fyrsta støðið A1, og hvør mundi fáa meiri burtur úr einum eitt lítið sindur hægri støði A2. Hin lærarin er Alina Jespersen, hon er Meistari í lingvistikki, dugir væl føroyskt og hevur royndir av júst hesi undirvísing úr Týsklandi. Stutt sagt ein funnin fressur!
Vit eru sostatt farin undir at tillaga okkara undirvísing í FFM til CEFR krøvini - tað er evropisku sundurbýtingina eftir førleika. Í summar keypti eg nakrar skúlabøkur til hesa undirvísing, sum tey brúka í Noreg. Ein tekstabók og ein uppgávubók til hvørt stigi.
|
A1 |
Bøkurnar kalla lærugreinina "norsk og samfunnskunnskap", og vit síggja, at Noreg er alla tíðina annar tráðurin.
|
A1 |
|
A1 |
|
A2 |
|
B1 |
|
B2
|
Alina og Bergljót, lærarar |
|
|
Sera áhugavert at síggja, hvørji evni tey velja, og hvussu progressiónin er. Tíbetur síggi eg, at mín byrjanarbók VÆLKOMIN líkist hesum frálíku bókum, tó als ikki í øllum og als ikki í myndatilfarinum. Hesar norsku eiga at vera nakað dýrar at framleiða, hugsi eg.
No comments:
Post a Comment