Sep 1, 2018

MÁÁÁÁL !!!

Havi verið til heilar tvær norðurlendskar ráðstevnur um mál seinastu vikuna. Tann fyrra var ein NVL ráðstevna, sum Karolina Matras hevði fyrireikað vegna føroyingar. Hon varð hildin á Bacalao. Evnið var byrjanarundirvísing til tilflytarar, undirvísing í "literacy" og "numeracy", tað er so mikið av lesing, skriving og rokning, at tú klárar teg í gerandisdegnum.


Vit hoyrdu um, hvussu tey gera í hinum londunum, krøv til tilflytarar og samarbeiði við arbeiðspláss osfr. Tað er fyrstu ferð eg havi verið inni í teimum nýggju hølunum í Sjóvinnuhúsinum, og tann rundi fyrilestrarsalurin er óføra vakur, haldi eg. Sera positivt við fundinum var, at Vár í Ólavsstovu kendi seg kallaða at stovna ein bólk, sum skal gera uppskot til eitt fak ella part av faki á Læraraskúlanum, sum er "føroyskt sum fremmandamál", og tað verður gott, at vit fáa meiri fakligan førleika inn á hesum øki.
Hin ráðstevnan var skipað av Málráðnum við Mariusi og Sólvá á odda. Tað var tann árligi málfundurin hjá teimum norðurlendsku málnevndunum. Hon var hildin á Hotel Føroyum og vardi tveir dagar. Evnið var "Málið í sosialu miðlunum". Eini fimm-seks fyrilestrar um málið á internetinum, sms, kjatt, telduspøl og ráðgeving. Spurningar sum: ávirkar kjattmálið gerandismálið hjá teimum ungu, hvussu verður enskt brúkt, meðan tey ungu spæla "Counter Strike. Global Offensive" ella sæst aftur í skúlaarbeiði teirra ungu, at tey brúka nógv teldusamskifti? Eitt dømi var, at tey skriva år100 í staðin fyri århundrede, men niðurstøðan var, at tey ungu skilja væl ímillum, hvussu tey skriva til hvørt annað á netinum, og hvussu ein eigur at skriva, tá ið ein skal hava karakter fyri tað.
Sum sæst niðanfyri er nógv ensk orð í hesi samrøðu, men tey hava norskar bendingarendingar.
Áhugaverd ráðstevna, men rættiliga nørdasligt, men granskarar skula ivaleyst vera nørdar. Onkur granskar t.d. hvussu teknsetingin er í sms boðum, ella nær vit brúka hashtag, gif og emotikon í okkara samskifti.

Í dag var eg í Riti og ráki, eg hevði Kristinu við mær, sum er 4 ár. Kristina vil fegin læra bæði bókstavir og tøl, og hon brellaðist illa eftir hesum litføgru bókum, sum eru til sølu, nú ið vit hava eitt ár sum eitur "árið fyri málmenning barna".....ha, hoyrdi eg rætt???


Og tað vóru ikki bara fýra slíkar bøkur, men einar 10-15 , hvør litfagari enn onnur. Føroyskt bókstavarað? Nei tú! ABC leg, og hesar bøkur eru til smábørn, ikki til 3. flokk byrjanarundirvísing í donskum!

No comments:

Post a Comment