Aug 25, 2020

Anne Lise farin


Leygardagin 22. august doyði mín góða vinkona Anne Lise. Hon var ein trúføst vinkona, sum eg fekk loyvi at hava í mínum lívi í 49 ár, altíð góð í ráðum, ósnobbut og deiliga líkatil og jarðbundin. Samstundis eitt kreativt og listarliga áhugað menniskja.

Vit vóru í bindiklubbi saman, summi ár sóust vit eina ferð um mánaðin og summi ár eina ferð um árið. Tey árini allar vóru upptiknar av karrieru og smáum børnum var ikki so nógv tíð til yvirs, men nú seinnu árini hava vit sæst oftari.
Annelisa las nógv, og dugdi at brúka tað, hon las og lærdi. M.a. dugdi hon so sera væl at halda talur, og tað var altíð - so segði hann - substansur í hjá henni. Hon legði ofta út við filosofiskum evni, flættaði so ta aktuellu støðuna hegnisliga inní. Og gloym ikki skemtið og speiið, men altíð høvisk. Vit plagdu at bowla saman, og Annelisa var ofta høvuðstalari, altíð væl fyrireikað og skemtilig.

Hjá Annelisu og Mads var altíð so sera góður vertskapur, sangur og tónleikur og dansur var partur av teirra degi. Og Annelisa var góður kokkur eisini, eftir Marokko 2017 bjóðaði Annelisa til marokkokvøld. Sjálv tók hon ímóti í síðum, broderaðum marokkokjóla. Jú hon var litføgur eins og DESIGUAL klæðini, sum henni dámdi so væl.




Annelisa og Mads hava ferðast nógv, og eg havi havt ta gleði at vera í sama ferðalag sum tey, bæði í Marokko og í Russlandi. Sera vitandi og livandi ferðafelagar gera ferðina dupult so áhugaverda.




Tað er so láturliga stuttligt at vera saman og halda sær á gaman


Anne Lise heldur talu


Og nú er Anne Lise borin til gravar, tað er so syrgiligt, og vit skilja ikki, ella sum prestur segði: vit skyna bara í pørtum. Tað var ein vøkur jarðarferð, Manskórið sang ein sang á russiskum í kirkjuni og sólin skein í kirkjugarðinum.
Góði Mads, ein heilsan til tín í hesi sorgartíð. Saknurin er stórur, javnar seg, men ikki beinanveg. Vit eru mong, sum hugsa um teg og føla við tær!

Aug 20, 2020

Móðurmálsskúlin

 Eg sá eina lýsing á FB, tey lýstu eftir einum móðurmálslærara í føroyskum. Fyrst helt eg, at tað var Føroyahúsið , sum søkti, men tað var Modermålskolen á Enghave Plads. Eg fór sjálvandi at googla beinanvegin. Tað er kommunan, sum rekur skúlan, og hann heldur til í Tove Ditlevsenskolen á Enghave Plads.


Eg fór at vitja tey, tí eg helt tað hevði verið spennandi at hoyrt/ sæð . 

Eg hitti tvær damur á skrivstovuni,  sum greiddu mær frá, men tær sótu jú og arbeiddu, so eg fekk ikki spurt so nógv, sum eg vildi.


Tey undirvísa í 30 móðurmálum! Børnini koma inn á Enghave Plads leygardagar. men á summum skúlum fáa tey hesa undirvísing í sínum egna skúla eftir skúlatíð. Aðrar kommunur kunna tekna børn til skúlan og gjalda ein prís. Tey hava umleið 2000 næmingar.

Hetta er eitt tiltak, sum vit mangla í Føroyum, og sum vit eiga at byrja. Eingin sigur, at vit skula hava 30 ymisk mál beinanvegin. Men byrja í smáum, tað eigur at bera til at gera samarbeiði við foreldur at tilflytarabørnum. Altjóða reglur og sáttmálar hava hetta sum krav ella endamál, at børn hava rætt til sítt móðurmál, tað ger tey betur før fyri at ogna sær onnur mál og mentanir. 

Um onkur føroyingur í Keypmannahavn við áhuga í máli og mentan, kanska læraralesandi, so er her eitt fínt studiujobb! Samband: cp3i@kk.dk. Tel.27770333.

Aug 18, 2020

Keypmannahavn á sumri


Tað er kvalandi heitt at koma til Keypmannahavnar henda augustdagin. Munnbindið ger tað ikki frægari. Men túrurin inn á Kgs Nytorv við Metro gongur skjótt og væl. Og so eri eg jú komin fram, eg seti meg eitt bil á Hviids og njóti eitt glas av hvítvíni. Tá ið eg komi til hús, eru Sólrun og Lars á veg til konsert. Og eg sleppi við. Konsertin er í garðinum á hotel Albert. Og tað var Simona, sum byrjar við eini trummusolo. Men kvøldsins maður er Lars Lillholt. 


Hann syngur danskar sangir, Og hann greiðir frá sangunum so hvørt. Ein sangur var um átta mótstøðufólk, sum blivu avrættað eftir kríggið, Hvidsten kro gruppen. Ein annar sangur var um tá ið England bombaði Keypomannahavn 1807. Sera fangandi.

Meðan konsertin var ótu vit sushi.. 



Ì kvøld vóru Lisa, Nichlas og eg til sjónleik í Ørstedparkini. Tey (Shakes) spældu Macbeth.  Sera ótraditionelt spæl, tey vóru bara 4 fólk til allar rollurnar . Hóast tey fylgdu søgugongdini hjá W.Sh. høvdu tey eina sera forfrískandi respektleysa tilgongd, og búnarnir og propsini vóru stuttlig og kreativ.





Kongur kemur


Móti endanum av leikinum fór at regna, og tað var ikki við mýkindum. Droparnir vóru sum høsnaregg. So flýddu vit og fóru á eina marstovu í nánd.

Síðani koyrdi Lisa meg til hús. Fínur dagur.

Aug 16, 2020

Hoygaðurin, áin og sól.

 Turið S. hevur verið nakrar dagar við Gjógv. Hon málar. Fríggjadagin fór eg við gentunum norð. Tær høvdu vátdraktir við. Tað var sturrligt at síggja tær í ánni. Teir smáu fossarnir í ánni vóru sum glíðibreytir. Tær gingu gjøgnum ánna heimaeftir. 





Seinni vóru vit túr, og tá ið kvøldið kom fóru tær í soviposan á hoyloftinum.