Vit fóru í trimum bussum úr Steinatúni í Havn, og leiðin gekk til Fuglafjarðar. Skráin var nøkulunda soleiðis: kirkjan, súpan, Ribarhús, Bergfrost, døgurði. Eg fekk eisini stundir at hyggja at Karyatiduni og bátasavninum.
Kirkjan í Fuglafirði er frá 1984, hon er javngomul við prestin, sum nú er - Gerhard Jóanson Mikkelsen. Hann greiddi frá í kirkjuni. Nakað frá søguni og tilknýtinum til aðra gamla trúgv.
Altartalvan er sjáldsom, ein sjeyarmaður ljósastaki, framskorin mynd úr sama tilfari sum veggurin. Sera diskret ella lítið prangandi. Prestur vísti okkum messuaklarnar. Tað flottasta í krirkjuni eru kanska vindeyguni, tí sum prestur segði, vanliga hava kirkjur smá vindeygu, sum ikki eru ætlað til at hyggja út í ígjøgnum, men Fuglafjarðar kirkja hevur panorama vindeygu út ímóti bygdini og havinum, so at tú fært hugnað tær við tí, um tú keðir teg.. Tey hava eisini rúmligan kirkjukjallara, har fingu vit góða súpan og kaffi.
Í
Ribarhúsi greiddi Atli Petersen við PP framløgu frá handilsvirkseminum hjá familjuni hjá sær, langabba, abba og pápa. Frá byrjan í átjanhundrað og fýrsunum, skip, fiskur, handil. Virkið hevði sínar egnu pengar, og eftir niðurgangstíðir enduruppfunnu teir virksemið og hildu fram.
Í dag verður Ribarhús brúkt til samkomur av ymsum slag, rundarf øðingardagar, listaframsýningar og slíkt. Heimavirki heldur til í húsinum og visit Fuglafjørð.
 |
| ein niðarjarðarskipan, ljóst og rúmsátt |
Spennandi var at fara at síggja frystitunlarnar hjá Bergfrosti, tey hava 10 tunlar, 28.000 fermetrar. Hugsi bara, sum tað er snilt at útnytta temperaturin í fjallinum sjálvum.
Summir eru frystitunlar, aðrir eru goymslutunlar. Fyrimyndarligt ljóðaði samstarvið millum Bergfrost, Havsbrún og framherja.
Ein partur av verkætlanini er grót. Grótið, sum kemur úr fjallinum skalr seljast og nýtast. Túsundatals lastbilar við gróti eru brúktir í økinum til bryggju og ídnaðarøki.
 |
| Símun Pauli Sivertsen greiddi frá |
 |
| Vit lurta bergtikin |
Í Fuglafirði eru tey framman fyri sína tíð, sum tey fyrstu í heiminum hava tey eina standmynd av hesum slag, til minnis um kvinnur deyðar í barsissong.
Kariatydan er hon sum stendur undir, hon sum ber øllum uppi. Á hana byggja tey sítt lív, hús, altanir, tempul og terrassur. Hon stendur stinn.
 |
arvurin, framtíðn
|
Bæði báta- og bilasavn er í Fuglafirði, so ein má siga, at mentanarliga er hetta eitt fjølbroytt pláss.
Vit fingu døgurða á Muntra, tað var ein frálík løta, og vit sungu nakrar sangir. Og omaná var hetta:
 |
hesar báðar glaðar, at kakan er komin á borðið
|
Men hvør er tað, sum skipar fyri einum slíkum væleydnaðum, fjølbroyttum túri, sum gevur føðslu bæði til likam og sál. Tað er sjálvandi stjórin Erikur Suni, tú sært hann høgrumegin á myndini, tað er hasin við brillunum.
Stóra takk fyri frásøgnina. Eg slapp tíverri ikki við vegna trupulleikar í báðum handliðum. Hevði annars glett meg so til túrin.
ReplyDelete