Oct 25, 2015

Bókin um tað góða eftir Carl Johan Jensen

Bókin varð ummæld í Grindini hóskvøldið, Vár í Ólavsstovu rósti bókini og helt , at CJJ man fara at læra at skriva lesandi bøkur so við og við og ikki føla, at hann skrivar lættisoppar.
CJJ slapp sjálvur eisini til orðanna, fekk heilt nógva talitíð, og hann helt, at hetta var ein bók í skemtandi stíli, og at tað var lættari at skriva lættar bøkur enn tungar bøkur. Voila. problem solved!
.
Tað er pussigt at lesa inngangin, tá ið tú hevur lisið søguna, tí Viljálmur við Hoygil greiðir jú frá og tulkar bókina hjá K. Tað er nokso framligt av útgevaranum soleiðis at leggja sína tulking oman yvir verkið, og Vár  fekk forrestin eisini íblástur til sítt ummæli har.
DSC00780[1]
Men K. tekur lívið av sær, men kanska hann verður bjargaður? Tí bókin endar hóast alt hálvanannan minutt. áðrenn hann doyr. Kanska hann verður rivin burtur frá tromini í evstu løtu. Kanska hann fer ferðina til Santiago. Sum nú bókin er “um tað góða”, mást tú sum lesari undrast og leita , meðan tú lesur, eftir tí góða, og tað er sanniliga ikki eyðfunnið. Ikki er nógv gott at finna úti á Reyni heima hjá K, har mamman hevur bannlýst ást. Ella í teimum lýstu hjúnabondunum, bæði eldri og yngri. Ella heima hjá Annu Liviu, men K. vísir seg at trívast har í horuhúsinum saman við Mariu Callas……ja til hin ræðuliga hendingin fór fram.
Mál
Tað stuttligasta er málið, men CJJ man elska at lesa orðabøkur hugsi eg. So fjølbroytt og við uppruna úr ymsum hornum, men hann skrivar ofta sera langar setningar, sum kortini eru lættlisnir. Men CJJ hevur fingið sær fyri at knýta setningar saman við “men” á heldur bíbilskan hátt, har ið vanligt er at seta “og” ella onnur sambindingarorð.
Eisini samanberingar við “so – sum”, har vit vanliga hava tveir líkar liðir sum t.d. “so góð sum dagurin er langur”:
“so ólastiliga íðin í trúnni sum hon altíð gekk smakkvíst ílatin”
“og lyklatevin so góðan…sum hon var ókristiliga breið vorðin” (44)
Stílurin er fyrst og fremst sera orðaríkur, tað er ein orðagleði, sum smittar lesaran, sum eitt orðamaraton:
“Gjøgnum sína hugleiðing, við at opna sansir og skil fyri sanglistini ….í hugførslu, í ein hypnotiskan tilstand, og hugførslan…handanvitsligt útsýni….eingin felagsskaptur tørvur, longsil ella ástreinging…einskærað…innanskyninum í eini eilívisvídd av kærleika og ljómi.” (67)
“Alt so isiani” (172)
Og myndamál og orðafelli eru bara so stuttlig og undirhaldandi, kryddað við viðmerkingum til okkara egnu lítisverdu trupulleikar, sum ku, sett og eks.

Persónar
Tað næststuttligasta er mostirin Kolfinna, hon er herlig, sum hon manrerar, tá ið maðurin sparikassastjórin er deyður.
Foreldrini hjá K eru eisini rættiliga væl lýst, pápin sum altíð tagdi, til tað brast fyri orð og mamman, sum er missiónsk.
K. sjálvur er so hvørkisligur, at hann er púra óáhugaverdur, ? Øll óhøpp og allar vanlukkur raka mannin, mær kemur hann fyri næstan sum Job. Men um tað góða í eftirlívinum skal vigast upp í móti tí illa í hesum, so fær hann eitt fínt eftirlív.
Kanska eg nú klári at lesa hinar bøkurnar hjá CJJ, men kanska ikki.


No comments:

Post a Comment