Bussurin steðgaði ikki, segði hann við grátrødd. Vit royna altíð at vera í góðari tíð hava lært tann 7 ára gamla, hvar stoppistaðið er, vit fylgja honum á stoppistaðið, tá ið hann skal í skúla, eg hevði fylgt honum hagar eisini í morgun.
So stendur hann har við síni stóru tasku og bíðar í skýlinum í myrkri klokkan hálvgun átta á morgni. Og so pínadoyð koyrir bussurin bara framvið? Álvaratos kann sjaførurin ikki skeita inn í skýlið, væl er drongurin bara 7 ár og væl er tað ikki ljóst klokkan hálvgun átta, men tú góðasti, sum tað var synd í honum.
BUSSUMENN!! hyggið inn í skýlið áðrenn tit drøna framvið! Hann stóð also heldur ikki og krógvaði seg, men stóð afturundir fyri vindinum.
Hetta var fimmarin á Landavegnum í morgun.
No comments:
Post a Comment