Sunnudagurin var heimfaringardagurin – men fyrst skuldu vit fara eina spennandi útferð. Leiðin gekk til Turda, har eitt salt nám er, sum er gjørt til ferðamál. Og tað er so sera væl gjørt, og nógv ferðafólk vitja, sum tann fryntligi undi maðurin segði, nú er tað ikki saltnám men gullnám.
Vit fóru inn í námið og djúpt, djúpt niður – frískligur saltangi allan vegin. Inni í indrum jarðar hava tey gjørt eitt stuttleikarúm, har var spælipláss, golf og borðtennis, og har bar enntá til at rógva í smáum bátum á einum vatni. Hagar niður var farandi við lyft. Vit hugdu niður av balkongini, sum vit gingu á.
Ferðaleiðarin dugdi sera væl enskt og greiddi væl frá arbeiðinum í náminum. Hann vísti okkum træmaskinuna, sum varð brúkt til at heysa saltsekkir upp úr náminum við, ross vóru á hvørjum armi og drógu maskinuna runt. Han nevndi, at rossini høvdu eitt hart lív og livdu ikkileingi, hann nevndi eini um menniskjuni høvdu eitt hart lív.
Í n´minum var eitt bønarrúm við halgimynd, sum arbeiðararnir bóðu til, árenn teir fóru níður í dýpi.
Vit sluppu at smakka saltið á vegginum, tað smakkaði væl. Saltveggir og saltloft í einum stórum katedrali, tað var virkuliga flott.
Uttanfyri vóru nakrar sølubúðir.
Og nú gekk leiðin á flogvøllin, bíðrøðin á flogvøllinum gekk nokso seint, men boarding passini skuldu eisini skrivast við hond
Deiligt at hava sæð ein lítlan part av Evropa afurat – men Rumenia er ikki lítið, tað er stórt og sentralt.
No comments:
Post a Comment