Oct 2, 2015

Transilvania 3

Leygardagurin var settur av til at fara út hvør sær. Turið og eg høvdu avgjørt at fara í Mentanarhúsið, sum var har í nánd. Í mentanarhúsinum sóu vit teirra føstu framsýning, stuttligt at samanbera við føroyska list. Kinna hevur skrivað ein blog um sína vitjan á hesi framsýning www.listaportal.com 30. september.
DSC00449
Vit sóu eisini tað tey kalla speglsalin, har m.a. vóru vindeygu við myndum úr kvæðum. Sera áhugavert. Turið sá hesa lýsing um ein festival, Christian M. hevur umsett yrkingar hjá hesum skaldi..
DSC00414
Vit vóru eisini og hugdu at kirkjulist.
DSC00450DSC00459DSC00463
Men shopping var ikki so feitt, fáir handlar eftir okkara tykki og ikki so spennandi úrval. Hetta handilsvindeyga er kanska eitt dømi um vindeygaprýðing, tey vísa ymisk sløg av battaríum á einari rundari plátu.
DSC00437
Ì katólskum londum er skikkur at brúðarvígsla fer ikki fram í advent og ikki í tíðini fyri páskir, tí verða upp á seg nógvar brúðarvígslur ta tíðina tá ið kirkjan  hevur hetta slag av hátíð, vit sóu nógv brúðarpør í býnum.
DSC00432
Tá ið vit høvdu malið okkum upp í skúm settu vit okkum við einum hvítvínsglasi.
DSC00464DSC00466
Men so um kvøldið, tá var tað tað stóra rumenska kvøldið, vit høvdu bílagt borð til 100, og har var vakurt borðreitt. Maturin var…ja, tú gitti rætt. Men forrætturin var serstakur, spik og flesk og feitt í ymsum líki. Eg smakkaði okkurt av tí. Tað hvíta í mittuni er spik av grísi, sama struktur sum okkara spik av hvali. Og lat meg ikki gloyma at nevna, at nógv mikið av drykkivørum vóru, m.a. ein sjáldamur snapsur, sum smakkaði roykt.
DSC00485
DSC00467
Sangur og dansur var eisini undire borðhaldinum, tvey pør í búna dansðu ymsar dansir. Og vit høvdu eisini okkara millum eitt par, sum gav eitt nummar.
DSC00492DSC00495DSC00500
Eitt fínt kvøld, kanska í so nógvur larmur við hvørt.

No comments:

Post a Comment