Eitt bókaverk í trimum bindum (2.500 síður) um týðingar av Alice in Wonderlander útkomið í USA. Hugsa sær til at vera so hugtikin og so nærlagdur granskari at seta sær fyri at savna upplýsingar um allar 144 umsetingarnar av bókini til ymisk “vanlig” mál – pluss fleiri á ymsum enskum málførum, pluss fleiri konstruerað mál.
Sum sæst á myndini omanfyri eru bindini ávikavíst: greinir um hvørja umseting og myndir av permum, endurumseting av ávísum broti í bókini til enskt við viðmerkingum til staklutir í umsetingini, og tað síðsta bindið er eitt yvirlit yvir allar útgávurnar.
Tann føroyska bókin Lisa í Leikalandi er við í øllum trimum bindunum. verkið hevur verið ávegis í mong ár, tað var til at hátíðarhalda 150 ára dagin hjá Lisu.
Greinin er sera stutt, men stuttligt at vera við.
No comments:
Post a Comment