Víkingasavnið á Stiklastøðum
Á Stiklastøðum er eitt nýtt víkingamuseum. Fleiri ymisk hús eru at vitja. Tað er eitt sokallaða livandi museum, t.e. har er fólk, sum livir og arbeiðir sum "víkingar". Vit vóru í einari "stugo", stovu og einari stórari víkingahøll. Og vit sóu eina, sum vísti smábørnum, hvussu víkingar bardust og doyðu.
 |
gudamyndir
|
 |
| væl útgjørdur Froyur |
 |
| heygsettur |
Har er eisini ein listaframsýning á hvørjum ári, og ársins listarfólk er: Brit Fuglevaag
 |
| Fossur. 2026. Sissal, plast og nylon |
Frelsunarherurin
Vit báðar sum ferðaðust saman hava báðar eina fortíð í Frelunarherinum, so tað var stuttligt at sleppa á teirra museum og teirra høvuðskvarter í Ensjø í Oslo. Á savninum vísti Marta Maria okkum runt, hon arbeiðir har og er granskari í Frelsensher. Aftaná vísti hon okkum runt í tí spildurnýggja høvuðssætinum, og tað er STÓRT, sum í GIGA stórt. 13 hæddir fullar av skrivstovum, sum hava við tey ymsu økini í Frelsensher at gera. Bara so imponerandi, alt sum tey gera á ymsum økjum. Hefti meg eisini við tað einastandandi góða samstavið við kommunurnar. Tað var Sámal Jákup, sum vit kenna frá ungum av, sum bjóðaði sær til at fáa vitjanina í lag, og takk fái hann.
Operahúsið og Munch savnið
Eitt, sum eg fegin vildi síggja, var útsýnið av takinum á Operuni. Og tá ert komin til Munch savnið, so tað er so líkatil. Á Munch savninum sóu vit film um og framsýning hjá Paulu Prego. Hon er út Portugal, kvinnusakskvinna við áhuga fyri valdsnýtslu og -misnýtslu. Eg sá hana fyrstu ferð í Basel (ein bloggur er við hennara myndum) í des. í 2024. Hevði verið spennandi at fingið hesa sýningina til Føroyar.
 |
| út eftir Oslofjørðinum |
Ekebergparkin
Hetta er ein part við standmyndum eftir ymsi listarfólk, hon er á einum heyggi, og har er eisini restaurant og museum.
 |
Pierre-Auguste Renoir: La grande laveuse 1917
|
 |
| Dali: Grand Venus de Milo aux Tiroirs (1964) |
23. juli depilin og
grasrótastandmynd ímillum stjórnarbygningar
Meðan vit leitaðu eftir hesi sjáldsomu standmynd ella installasjón komu vit til 23. juli depilin. Tað var syrgiligt og rørandi at síggja minnisvarðan, tey hava reist har í sama bygningi, sum bumban brast 23.juli 2011. Nøvs og myndir av 77 fólkum, sum lótu lív.
Stjórnarkvartalið er reist av nýggjum og har á flísaløgdum túni er Grasrótainstallasjónin eftir Do Hu Su (2012). Burturfrá sær tað út sum gras, men sum tú kemur nærri sært tú , at tað er fólk, sum kemur upp úr jørðini og trýstir flísarnar upp.
No comments:
Post a Comment