Showing posts with label Bøkur. Show all posts
Showing posts with label Bøkur. Show all posts

Dec 10, 2025

Bókastev

Hesa ferð átti Osla tørn at vera vertur. Osla býr í Leirvík, so tað er ein rættilig útferð. Vit fóru úr Havn kl. 10, Osla var klár við øllum góðum.


At koma til Oslu er at koma í eitt jólahús, har var pyntað ovarlaga og niðarlaga, men hon var ikki liðug at pynta. So stak hugnaligt. Bókin hesa ferð var Móðir sjeystjørna hjá Williami Heinesen, týtt til føroyskt hevur Heðin Brú. Allar vóru samdar um, at hon er so sera væl og inniliga skrivað, men allar halda ikki, at hon er so fantastisk. 




Tá ið vit eru í Leirvík hjá Oslu, er tað altíð ein serstøk mentanaruppliving. Hon skipar fyri tiltøkum og kunning, sum víðkar sjónarringin. VIt hava sæð útgrevstur, bátasavnið og hesa ferð fóru vit til Gøtu, har ið Osla hevði avtalað við Sædís, at vísa okkum glaslist. Vit sóu hennara fuglar, fiskar, jólaprýði og annað. Vit nutu eisini blíðskap inni í einari sjáldsama hugnaligari stovu í Syðrugøtu. Takk Osla, sum skipaði fyri.

Nú fóru vit aftur til Leirvíkar, tí at Osla hevði gjørt eina frálíka kokosgrýtu til okkara. Hetta var síðsti fundur í ár. 



Takk Osla fyri ein deiligan dag.




1.     Vit fóru úr aftur Leirvík, mettar og væl settar kl. 18.

Næstu ferð er bókin Svørt orkide.

Dec 26, 2024

Tjúkkar bøkur

 Summi duga væl at skriva stuttar søgur, onnur duga væl at skriva langar søgur. Um søgan er sera long, krevst at søgutráðurin er sterkur, kanska fimmtráðaður. Áhugi lesarans skal halda allar 442  og 671 síðurnar.  Havi nú endiliga lisið hesar báðar múrsteinarnar. Tann longra lá so leingi á náttborðinum, at hon mundi vaksið føst har. 

Tann longra er eftir Valerie Perrin, eg keypti hana eftir eina bókamessu í Kbh. , nokk 2023. Eg hevði hoyrt um hana har og gjørdist hugtikin. Hon er eisini góð, men ræðuliga long. Eg misti tráðin fleiri ferðir, tí søgugongdin er í so nógvum ymiskum tðarskeiðum. Bókin er eitt sindur sum eitt putlispæl og ein vanlukka/morð er eisini, sum skal uppklárasr. Nokk eitt býtt hugskot at brúka eitt heilt ár at lesa hana, tí so missir tú enn fleiri træðrir burtur. Men also hon eitur TRÝ, og tað er trý vinfólk, tveir dreingir og ein genta, Nina, Adrien og Étienne, og fyrsta vit hitta tey eru tey eini 10 ár og ganga í skúla saman, tað er í 1987, tey eru altíð saman. Síðani er ein partur hendingar í 1994, tey gerast vaksin, og vit síggja teirra persónligheitir mennnast, hvussu tey handfara kreppur, og hvussu familjurnar virka. Søgan endar í 2018. Partur av søguni gongur fyri seg á djóraheimi, har Nina deils krógvar seg fyri sínum psykopatiska manni og deils arbeiðir. Teir neyðar hundarnir og tær neyðars ketturnar verða meira og meira mynd av Ninu og hennara einsemi. Bókin er um vinarlagið millum hesi trý, eitt heilt óvanliga tætt vinarlag, sum seinni dettur sundur. Ein bók um fløkt menniskjakor.

Hin bókin "Sommerfuglens stemme" eftir Benjamin Koppel varð lisin í Bókastevi, men ikki nógvar høvdu lisið hana. 


Hon er um Alexander og Gry, sum so fegin vilja hava eitt barn, og sum er í viðgerð á RH. Alexander er úr tónleikafamiljuni Koppel, mamma hansara er kend sangarinna, og omma hansara eisini. Henda bókin er eisini býtt sundur í tveir pallar, annar er Keypmannahavn 2015-16 , og hin er New York - við endurminningum úr Evropa frá krígnum. Nazistýskland við Teresienstadt er partur av familjusøguni.

Alexander er tónleikari og spælir í einum orkestri, men hevur ein dreym um at vera tónasmiður, komponistur. Mamman er sjálvupptikin og hevur at vísa seg lítlan áhuga í soni og sonarkonu, tað hevur gjørt Aleksandur sárbæran og ótryggan.

Frásøgufólkið í NY er omma høvuðspersónin, sum hann aldrin hevur kent, og sum einki samband hevur havt við dóttur sína, mammu hansara. Tað er ein gáta, hvussu alt er vorðið so fløkt og dult í hesi familju, og tað verður so avdúkað ,áðrenn bókin endar. Vit lósu eisini "Annas sang", sum eisini er familjusøgu hjá tí musikalsku Koppel familjuni..

Oct 13, 2024

Bókastev í Keypmannahavn 7-12 okt. 24

 Lesibólkurin Bókastev gjørdi eina mentanarferð til Keypmannahavnar. Vit vóru seks konur, sum løgdu avstað. 

Ásvør, Marjun, Turið, Bergljót S, Malena, Bergljót M
Á flogvøllinum, so spentar at fara. Birgit Remmel tók myndina.

Vit gistu á Wakeup í Borgergade. Tað er frálíka sentralt, gott pláss í forhøllini og í matarhøllini. Kømrini eru smá, og dekan ov smá til 2 fólk. 

Fyrsta dagin fóru vit ein deiligan túr gjøgnum Kongsins urtagarð á veg til den Hirschsprungske samling. Har var ein serframsýning við Nýbrotsins kvinnum, sera áhugavert. Kvinnurnar vóru nógvar í tali og vildu vera listarkvinnur. Tað etableraða listarumhvørvið vildi ikki sleppa teimum upp í part. Well, what else is new?? Sama sýning var á Ordrupgaard í vár, tá vóru eg og Lisa har saman. (sí blogg frá 29. mai í ár...Vitjað listasøvn og onnur søvn). Og næsta stopp er Skovgaard savnið í Viborg.

Í kongens have

Eg festi meg serstakliga við Berthu Wegmann (1847-1926). Hon var nógv í París og í Týsklandi, og var viðurkend sum ein av teimum bestu portrettmálarunum. Kortini verður hon tagd burtur í listasøguni í Danmark Tá ið teir endiliga nevna hana, so siga teir, at hon hoyrir til tann týska skúlan, er ávirkað av útlendskum ráki, og at forrestin er hon fødd í Sveis (halloo hon flutti til Danmarkar 5 ára gomul og fekk sína fyrstu listaútbúgving í Danmark). 

Bertha Wegmann: Ung genta 1885



Tær síggja móðar, keddar, útkoyrdar út


Men tað er einki mótt ella útkoyrt yvir Strindberg, har hann hevur stillað seg upp. Listarkvinnan mátti gjøgnum eina trupla roynd, til at fáa loyvi ar mála tíðarinnar stóra.


eftir Sofie Holten








Amalia Skram

Í kirkjuni

Í kirkjuni

Hugsaði um kirkjugangararnar í Fiskimonnunum hjá Hans Kirk, álvarsfullir og stúrnir.

Allar dagarnar fingu vit tíð at hvíla okkum mitt á deg, so tað skuldi ikki verða ov strævið. Tað fyrsta kvøldið fóru vit í Skuespilhuset og sóu Ett drømspel hjá August Strindberg. Tað var stórt. Vit hava lisið verkið rættiliga væl, so vit fingu væl fylgt við. Pallurin var ein niðurlagdur fótbóltsvøllur, hann mól og fólkini mólu við ella runnu ímóti meldrinum. Sakførarin og gudadóttirin høvdu eina lítla íbúð, hon kom undan loftinum og hvarv upp aftur, tá ið tann myndin var liðug. Sjáldsamt var , at tveir balettdansarar vóru við, og ein av sjónleikarunum var koyristólsbrúkari. 

Annan dagin fóru vit í Davids samling fyrrapart og at vitja Sólrun seinnapart. 



Sera flott hús, sum hýsa savninum við islamskari list.




Vit fingu høvi at heilsa upp á familju eisini , nú ið vit vóru farnar so langa leið :

Marius og langomman


Marjun og systkinabarnið Hjørdis

Ásvør við ommudóttur

Ásvør og Finnur

Til kaffi í Nyhavn
Triðja dagin vóru vit á Arbeiðarasavninum í Rømersgade og um kvøldið til konsert í DR koncertsal
Tað var eitt stórt upplivilsi at síggja tað flotta konserthúsið, sum Jean Nouvel hevur teknað. Ikki ein slættur veggur, ella bróst. Men bylgjandi træ, og kubbar og spennandi linjur alla staðni. Fantastiskur tónleikur og pianisturin Martin Helmchen og dirigentur var Kerem Hasan. 


Blátt hús og reyður viður innan, stórbært.



Seinasta dagin var so Louisiana á skránni, vit vóru hepnar at  Laura hjá Bergljót M kom við, tí hon koyrdi okkum frá og til støðina í Humlebæk.. Serframsýningin Havið læt júst upp henda dagin (11. okt), tað var ein flott sýning, sum við ymsum tøkni og huglag vísti ymsar síður av okkara alra havi. Har fingu vit okkum miðmála, og vit vóru átta, tí at Finnur hjá Ásvør og Laura vóru við. 

taramynd eftir Emilija Skarulyté




Anselm Kiefer: Inflammation 

fast fish loose fish






Takk fyri ein góðan túr. Laura er eisini á myndini.




May 7, 2024

Dødsbo eftir Inger Smærup Sørensen



Inger hevur arbeitt í Føroyum nøkur ár, vit arbeiddu saman í Hoydølum. Tá var tað list, sum Inger arbeiddi við.

Bókin hjá Inger minti meg nokso nógv um skaldsøguna Eden eftir Auður Avu Ólafsdóttur. Í báðum bókunum flytir ein kvinna til ein lítlan bý. Kvinnan er sera tilvitað um umhvørvið og fer at planta trø. Men sum sæst á heitunum og kanska á permunum báðum, er hugburðurin til støðuna í heiminum rættiliga ólíkur, og bøkurnar eru ikki so líkar , tá ið alt kemur til alt.


 Onnur perman vísir flogkykt í jarðlitum, hin eina paradisglansmynd.

Heitið Dødsbo sipar til, at høvuðspersónurin flytir inn í eini hús, har konan Elly, sum átti tey, er deyð, og hennara ting eru enn í húsinum. Men samstundis er hetta mynd av heiminum, av jørðini her vit búgva. Í einum deyðsbúgvi eru allir teir lutir, sum tann deyða átti, og kvinnan (sum ikki verður nevnd við navni) vísir okkum húsið og lutirnar, og hon brúkar tingini hjá Elly. Hon livir lívið hjá Elly umaftur, soleiðis sum tað kanska hevur verið, endurnýtsla á hægsta stigi. Í jarðardeyðsbúnum fara at liva flugur, mølur, eiturkoppar og sniglar. Tey fara at hugna sær í tómum húsum, og eiturkoppanótir fara at umkransa hús og lutir.

Skordýrini, tey smáu kyktini spæla stóran leiklut í bókini. Høvuðspersónurin sær tey og undrast, svevur saman við mottu og silvurfiskum. Hon drepur einki kykt, men sløkkir ljósið, so at tey ikki gera sjálvmorð. Kyktini verða viðfarin sum medskapningar og sostatt eisini samanborin við menniskju.

Hvis man ikke slukkede lyset, dræbte man møllene, hvis man ikke skruede ned for                                    varmen, dræbte man menneskene.  s. 123

Stílurin er hugbindandi. Stillur, tað hendir næstan einki, kvinnan, frásøgufólkið,  er ongantíð ill, kedd, ørg ella á gosi. Næstan eingin samrøða er í bókini, alt, sum sagt verður er sílað gjøgnum frásøgufólkið, men tankastreymurin hjá kvinnuni er fangandi. Hetta er ein skaldsøga, men hon kann lesast sum ein yrking, stílurin er lyriskur, og uppsetingin er eisini serstøk, sera stuttir kapitlar, sum eru næstan sum yrkingaørindi, stytsta kapitlið er eina reglu. Eitt sera sjónskt eyðkenni er endurtøkan, sum hevur ein tølandi virkning. Saman við endurtøkuni er detaljuríkidømi, sum vísir Ingersa listarliga eyga.

Mere end syvhundrede uafhængige eksperter talte om handling.Mere end syvhundrede                            uafhængige eksperter talte om sammenhængen mellem natur og klima. Mere end                                   syvhundrede uafhængige eksperter talte om social uretfærdighed. Mere end                                           syvhundrede uafhængige eksperter sagde, at problemet blev stadig mere komplekst,                                fordi der var......s. 138

Hetta brotið tykist vera um eina veðurlagsráðstevnu. Og broytingarnar í veðurlagnum. eru eitt høvuðsevni í bókini, 




Persónar . Umframt frásøgukvinnuna hitta vit Kammu og Nannu. Tær koma inn á gólvið, vilja inkludera hana í felagskapin í bygdini ella býnum. Og so síggja vit eisini fólkini, sum koma til plantudagin í skógini. Vit síggja eisini tað modernaða keðiliga lívið í bygdini, endurtøkurnar og tað óspennandi prátið. Men eg haldi, at ein ávísur tryggleiki er skrivaður inn í keðsemi. Kamma er prátingarsom, orkufull og finnur upp á alt møguligt. Hon fyrireikar ein plantudag, tá ið øll skula planta trø og hugna sær. Nanna er arkitektur, og vit fáa i nnlit í, hvusu tey hugsa um røktarheim, sum skal byggjast.  Kamma og Nanna eru sera ólíkar. Kamma er ráðarík og dugir væl at finna uppá, Nanna er undirbrotlig og ger, sum sagt verður.

Frásøgufólkið er eygleiðari, tekur notur. Sum oftast hómast ein speiskur tóni í tí hon hugsar.

Eg vil ikki siga, at vit hava eina dystopi her, hóast hon ljóðar uppgevnandi í støðum. Meira konstaterandi og faktuell. Tað verður konstaterað at enda í bókini, at tey planta trø, men tey skuldu vitað, at tað longu er ov seint. Og tá ið tey pakka lastbilin er stormur á veg. Stormurin kemur.

 Tey ráðandi verða bara kallað Styrelsen, atfinningarnar tann vegin eru undirspældar og fáa tess størri ávirkan. Í stýrinum brúka tey orð at útinna vald við. Ein máti er at nýta fá orð upp í saman, upp í saman, upp í saman. Og so verða styttingar brúktar, so fólk ikki veit , hvat málið snýr seg um. Les bara álitið PSKP, ella tað stendur í MRGT......Ymisk samfelagsfyribrigdi verða nevnd t.d. ellisheim, sum skula vera heimlig, men eisini eru eitt arbeiðspláss, ella urnuskógurin, har fólk vilja jarðast fyri at vera nær náttúruni...... grønvask verður eisini hartað, listamaðurin, sum koloniserar nattúruna við at mála hana og yrkja um hana, yrking hansara verður kallað "naturnassende", tað man vera eitt nýtt orð

Bókin er samfelagskristisk, feministisk , ein vistfrøðitekstur um endurnýtslu, lívmargfeldi, felagsskap, samband millum menniskju - og nógv annað.

Sera góð og sjáldsom bók.

Jan 29, 2024

Ein dagur í kvinnulívi

 Virginia Woolf: Mrs. Dalloway (1925). Skaldsøga

Michael Cunningham: The Hours (1998). Skaldsøga

Stephen Daldry: The Hours (2002) filmur v. Meryl Streep, Julianne Moore, Nicole Kidman

Eline Arbo: Tímarnir (2024) sjónleikur v. Karen-Lise MYnster, Sofie Gråbøl, Josephine Park og Olaf Johannesen


Nicole Kidman sum Virginia Woolf



Julianne Moorre sum mrs. Brown








Meryl Streep sum Clarissa Vaughn


Dagurin V.W. skrivaði um í "Mrs Dalloway" var í 1921, hendingar fara fram uttanfyri London. Konan eitur Clarissa Dalloway, og hon fer í býin at keypa blómur, tí hon skal halda eina veitslu um kvøldið. Meðan hon gongur í býnum, fara tankar hennara til lívið, hon hevur livað. Til mannin , familjuna, ungdóm osfr. 

 Michael Cunningham hevur latið seg inspirerað av skaldsøguni hjá VW. Men hansara bók "The Hours" er um 3 kvinnur, ein dag. Tær eru : 1.  1921. Virgina Woolf, sum er í ferð við at skriva Mrs Dalloway, men hevur tað ikki gott mentalt. Maðurin roynir at ansa eftir henni, men hon følir seg sum í fongsli. Hon tekur lívið av sær. 2. 1949 Mrs. Brown býr í Los Angeles. Hon lesur bókina Mrs. Dalloway. Hon skal baka eina kaku, tí at maðurin hevur føðingardag, og hon hevur ein lítlan son, so hon hevur ikki ordiliga tíð at sita og lesa. 3. 1998  Clarissa Vaughan, sum býr í New York og skal halda eina veitslu fyri einum vini. Hann er rithøvundur og hevur vunnið ein prís, tað kemur fram at enda, at hesin rithøvundur er sonur Mrs Brown í hinari søguni.

Vit sóu sjónleikin "Tímarnar" í Skuespilhuset í januar. Tað var eitt serstakt upplivilse. Hasin snarandi pallurin, tey hava, gevur so spennandi møguleikar. Allar tríggjar søgurnar vóru á pallinum í senn, og tað gevur meining, um ein hugsar, at alt er EIN dagur, sami dagur, men hvør sítt ár. Tað er ein rættiliga dapur leikur. Tað er ikki tað, at kvinnurnar eru einsamallar ella arbeiðsleysar ella... men har manglar okkur heilt avgerandi í lívinum . Í skránni til leikin verður leikstjórin, sum er norsk, spurd, hvørji temu eru í leikinum.  Hon nevnir tað feministiska perspektivið, rúmið, sum kvinnur hava at virka í, deyðan - sjálvsmorð, kærleikan - allar 3 kvinnur hava partnara, sum elskar tær og vil hjálpa og stuðla. Tað er bara ikki so einfalt. Ein sera góður bóklingur.

Karen-Lise Mynster / Virginia Woolf

Sofie Gråbøl / Clarissa Vaughan

Josephine Park/ Laura Brown

Olaf Johannesen / Richard Brown


snarandi pallur. Olaf fremst










Jan 17, 2024

"Mørket bag dig" og "Annas sang"

 Kirsten Thorup hevur við "Mørket bag dig" skrivað eitt framhald av bókini "Indtil vanvid indtil døden" um Harriet. Hendingarnar fara fram í Danmark, Harriet er einkja, summi siga nazieinkja, og fær týska pensión. Harriet er sera nógv merkt av síni ferð til München og øllum hendingunum í fyrru bókini. 

Hendingar fara fram í Keypmannahavn í hersetingartíðini. Harriet arbeiðir á eini skrivstovu, sum hjálpir krígseinkjum eftir týskar soldatar og teirra familjum, t.e. hon arbeiðir á einari týskari skrivstovu saman við týskvinarligum fólki.  Høvuðstemað er Harrietsa dupultsinni, øðrumegin ærar hon minnið um mannin, sum doyði í rættvísum kampi móti kommunistum, hinvegin fær hon størri og størri innlit í, hvussu hersetingarvaldið ber seg at í Danmark. Hon fær ein vin, sum er í mótstøðurørsluni, og hon verður drigin uppí tað arbeiðið. 



Bókin "Annas sang" eftir Benjamin Koppel hevur eitt annað sjónarhorn, høvuðspersónurin Hanna er ein jødisk smágenta, sum býr í Fiolstræde í Keypmannahavn um tað mundið, kríggið brestur á. Vit síggja familjulívið í hesi stóru jødisku familju. Anna hevur 4 beiggjar, sum allir gifta seg við donskum gentum og ikki akta mammu sína. Anna følir seg noydda at akta mammu sína. Mamman er teatralsk og arbeiðir hart upp á kenslulívið hjá Annu. Anna hevur ein danskan sjeik og gerst við barn, men mamman trumfar sítt ígjøgnum.`Stórur partur av bókini fer fram í Fraklandi, har ið Anna er gift við ein sera ódámligum manni. Sambandið við familjuna í Danmark er so gott sum einki. 


Á  áhugaverdan hátt supplera bøkurnar hvørja aðra. Tíðin er tann sama, og býurin er tann sami. Men sjónarhornini heilt ymisk.. Í báðum bókunum er tónleikur týdningarmikil. Anna er sera góður pianistur, og Harriet brúkar tónleikin í  síni sálarneyð.

Oct 27, 2023

Orð og tónar

 


Okkara elsti skaldskapur, skaldskapurin av mannamunni er íblástur hjá listarfólki alla tíðina. Vit kenna Kópakonuna sum dans, sum sjónleik, sum sang, sum kvæði og myndlist......og Risan og kellingina sum barnabók, barnakvæði......... Bókadeildin hevur brúkt sagnir sum íblástur til Krabbabøkur, eitt nú Páll fanga, og Sólrun hevur skrivað søguna Torkilsdøtur. Tær gomlu sagnirnar eru so fjart frá okkara tíð, at vit góðtaka blint gand, deyðarevsing, ótrúlig roysni og ótrúligan harðskap. Sagnirnar um Sáru Malenu eru øðrvísi, hon doyði í 1903 og er sostatt úr okkara tíð, samtíðarfólk hjá abba mínum, kanska langabba ella oldurabba tínum.  Og beinanvegin verður tað torførari at góðtaka t.d. gand, vit síggja við okkara modernaðu brillum.

Undan hvørjum kapitli, hevur Sólrun eina hugleiðing um lívið. Í lætt fatiligum myndum verður perspektiv sett á søguna um Sáru Malenu.

Heitið Sára Malena – síðsta gandakelling í Føroyum... ella undirheitið, fær tað at ljóða, sum hetta er ein greinagerð... eins og formæli, sum tosar um gransking og orðabókarorð.   Hví ikki bara Sára Malena.. ella okkurt um kvinnukúging...Sólrun sigur, at heitið er tað, sum Eyðun nýtir í sínari grein í Brá, og hon helt, at heitið skuldi siga tað, sum fólk søgdu.

Hvat tekstaslag, genra er henda bókin? Fiktiv ævisøga, hóast persónurin er veruligur, so eru hendingar og umhvørvi fiktiv, bygt á veruligar hendingar.

Eru sagnir/kvæði serliga áhugaverdar í listarligum arbeiði?  Hvat er tað við teimum? Tær tola nógv av, eru herdar, alt óneyðugt er skorið frá gjøgnum fleiri hundrað ár. Bara tann ektaða varan er eftir,

Allar sagnirnar í Brá nr. 5 (Eyðun Andreasen), eru við. Í summum førum er eitt heilt kapittul, sum eru sagnir t.d.  kap. 9 hevur 4 sagnir við, kap. 12 , 2 sagnir.  Hugsi um høvundurin følir seg bundna av sagnunum upp á góðan ella minni góðan máta. Sólrun sigur, at hon bleiv sera hugtikin av Sáru Malenu og hennara lagnu, og tað torført at sálda nakra søgn frá, tí eru allar sagnirnar úr Brá við, uttan ein.  

Persónslýsingin Sára Malena.... dugir hon gand ella ei?.hon er sjálv í iva, eg haldi tað er væl klárað av Sólrun at halda henda iva – eisini í lesaranum - allan vegin.


Lýsingin av Sáru M. ger, at lesarin skilur, at hon brúkar tað vald, sum fólkini sjálvi hava givið henni...niðurundirkomin og eyðmýkt  (s.41,67,71,75,89,91,117,173). 

Tá ið prestur leyp Sáru Malenu um við altarborðið, tá var ovboðið. Sára Malena (og hini í bygdini ) vóru heilt skelkað. Vit síggja í ymsum førum, at Sára Malena er gudsóttandi, og altarins sakramenti er tað heilagasta og tann ultimativa fyrigevingin. Sostatt hevur prestur dømt hana til glatan.. 

Frásøgufólk, sjónarhorn......   Sára Malena tosar ikki nógv gjøgnum alla bókina, kortini er hennara 1. Persónsfrásøgn tann mest áberandi..t.e. hon tosar við seg sjálva (og hønurnar) og hevur tó ofta rolluna sum alvitandi frásøgufólk við einum modernaðum hugburði. Sólrun skiftir millum 1. persóns og 3. persónsfrásøgn

 Í sagnunum hevur Sára Malena aldrin sjónarhornið, tó at hon verður siterað viðhvørt. So, sum Sólrun sigur, hon vildi geva Sáru Malenu eina rødd.

Hugsi, hvussu torført ella lætt er at halda sínar 2023 feministisku meiningar fyri seg sjálva, tá ið nú Sára Malena livir í slíkari tíð sum hasi? Kanska hugleiðingarnar kunna virka sum "ventilur". Sólrun sigur, at møguliga kemur okkurt út millum rivini við hvørt. 

Og hvussu er munurin millum at skriva um Helenu og Sáru Malenu? Helena er nakað yngri, men tær hava ymiskt í felag...prestamótstøðu, bøndur, báðar fordømdar av presti.. báðar klókar, kvinnukúgan. Sólrun sigur, at temuni í bókunum eru so ólík, at tað er líkasum hvør sítt.

Tað sum Sólrun hevur lagt afturat: Sagnirnar hava einki um heimalívið hjá Sáru Malenu, tá ið hon var barn, og ung og forelskað, har hevur Sólrun skapað eitt heim við mammu og pápa og seinni hjúnafelaga. Sólrun hevur givið Sáru Malenu eina góða vinkonu. Sólrun skapar motivatión til tað, sum stendur í sagnunum. Grundin til, at tey vildu drukna hana sum ein kettling. Grundin til, at hon ikki syrgdi, tá ið maðurin gekk burtur,  grundin til at hon endaði undir borðinum hjá gandakallinum Pæturi. 


Eitt flott vovið teppi av søgn og skaldskapi. Henda bókin fer at liggja undir nógvum jóltrøum í ár.