![]() |
| Ziska-Sørensen |
Sólveig skipaði fyri interaktivari stovukonsert v. nýstovnaða bólkinum Ziska-Sørensen. Í bólkinum eru Sólveig Sørensen á klaveri, Sólvá Hvidbro Ziska á sello og Ingvard Ziska á gittar. Tað vóru uml. 15 áhoyrarar og skráin var henda:
1. Vælkomin
2. Ró eftir Martin Joensen. + felagssangur
3. Autumn Leaves eftir Joseph Kosma 1945
4. Nánd eftir Kurt Foss og Bøe, týtt: Tummas MIchael Smith + felagssangur
5 Kongaríki í Babylon + felagssangur
6. Side by Side eftir Harry Woods + felagssangur
7. Upplestur, nýtýdd yrking eftir Mary Oliver
Ein so sera upplyftandi løta, og heppið var at Zacharias Sørensen var millum áhoyrararnar og vildi stjórna felagssanginum. Hann fekk eisini høvi at royna Sólveigsa nýggja klaver, meðan Solli og Elin og Bergur stákaðust við at borðreiða við so frálíkari karri-rækjusúpan.
Ingvard er langommusonur Sólveig, at hugsa sær at fáa havt konsert við einum ommubarni og einum langommubarni. Tað er stórt!
![]() |
| familja og vinir |
![]() |
![]() |
GRØNT. GRØNT ER
HÙSIÐ HJÁ SYSTUR MÍNI
Klúgv ikki upp í
hatta træið
ella prøva ikki
upp á tað, søgdu tey, ella verður tú
send burtur á
hospitalið fyri
tey skítbýttu, um ikki á hitt.
Og eg hugsi, í
mínum aldri,
vóru tað góð ráð.
Men træið er
systir mín, hon
býr einsamøll í
einari grønari smáttu
høgt uppi í
luftini og eg veit
hvat hevði hent,
hon hevði klappað við sínum grønu hondum,
hon hevði rist
sítt grøna hár, hon hevði
ynskt mær
vælkomnari. Virkuliga
eg royni at
skikka mær væl, men onkuntið
mást tú bara
bróta út og
vera so vill og
ólátað, sum
tú plagdi vera.
Tað er ógjørligt ikki
at minnast tað
villa og ynskja sær tað aftur. So
um tit onkran
dagin ikki finna meg, kunna tit
leita í hasum
trænum ella – sjálvandi
er tað møguligt –
undir tí.
Týðingin ognað vinkonu míni
Sólveig









No comments:
Post a Comment