Apr 26, 2026

List í Runavíkar kommunu

 Mentanardagarnir í Runavíkar kommunu eru sera umfatandi. Tað er rós vert, at allar bygdir eru við í hesum tiltaki. Vit fóru eftir nøkrum framsýningum. 


Fyrst sóu vit fuglamyndirnar hjá Silas Olufsen, tær eru sera hugtakandi, súlan sum stoytir seg og glitrandi æðublikur. Og nógvar av myndunum eru tiknar til havs eisini, har ið fuglurin livir sítt frælsa lív og leitar eftir føði. Nógvar flottar nærmyndir, hugsi bara wau hann hevur gott zoom.

Næsta stopp var í Glyvra kirkju, flott stór kirkja við altartalvu eftir Frithjof Joensen. Hetta er kirkjan hjá Almu, minnist, hvussu spent hon var, tá ið kirkjan skuldi byggjast út. Henda framsýningin var málningar hjá Heðini Kambsdal.





Síðani gekk leiðin til Lamba at síggja UTOPIA hjá Tummasi Jákup Thomsen. Vit vóru hepnar at hitta listarmannin á máli og fingu eina persónliga søgu um listarverkið. Listarverkið er 100 nummarmerktar myndir, sum røkka frá gólvi til loft. Myndirnar vísa hansara uppliving av tíðindum og gerandisdegnum hjá okkum. Sera litríkar myndir, nógvar av kríggi og bumbugretum. Á hvørjari mynd er eitt minimenniskja onkustaðni, tað er eygleiðarin sjálvur. Hugskotið til verkið er frá Gøg og Gokke, sum siga "at nú síggja teir UTOPIA" . 

Annars er meira upplagt at hugsa dystopia.



Næsta sýningin vit vitjaðu var í missiónshúsinum í Søldarfirði, eitt lítil framsýning um 2.heimsbardaga á Skálafjørðinum.



Seinasta stopp var í Grótinum á Skipanesi. Eisini har hittu vit stigtakaran Signar á Brúnni og konuna. Myndirnar vóru eftir Fridu Zachariassen ella Fridu í Grótinum. Fingu at vita, at navnið í Grótinum er av Skipanesi og fór haðani til Klaksvíkar. Frida hevði so serstakan egnan stíl við teimum beinu strikunum.



No comments:

Post a Comment