Nov 12, 2026

Olna 80


Ný fyllir bróðurkonan 80 ár...harramín also! øll fylla 80 nú! 

Olna er úr Lopra og kom til Havnar á ungum árum at arbeiða og læra. Olna og Sjúrður giftust í 1970, og ta fyrstu tíðina búðu tey í íbúðini í Leivsgøtu. Har var futtur í og nokk at síggja til hjá Olnu. Smádreingirnir høvdu tíggjutúrakort til skaðastovuna. Tað var gongt inni úr íbúðini og upp í erva, og Olna plagar at fortelja, at hon og mamma høvdu manga góða løtu við práti og drekkamunni.





systkinabørnini rokast

Seinni bygdu tey hús í Kálvagerði, og har var gott pláss hjá dreingjunum at rokast á trøðni. Olna og Sjúrður fingu 4 børn, alt dreingir. Tann yngsti Fríði var føddur við hjartafeili og doyði sum lítil.

Olna hevur so óalmindiliga góðar hendur, hon gjørdi dreingjunum føroysk klæði, bæði eina og tvær ferðir.

Hon teknar og málar og ger eisini annað handarbeiði sum ítrív. Nakrar myndir síggjast niðanfyri. Olna hevur í fleiri ár tikið lut í jólasøluni . Og hon hon hevur gingið til listamáling á kvøldskúlanum, nú er hon í kristiliga sangkórinum. So nógvar kreativar gávur.





Olna hevur verið einkja síðani  1995, tá var Tórður enn smádrongur. Hon hevur arbeitt og klárað seg og sítt, men tað hevur ikki altíð verið lætt. Men Olna er vælsignað við einum løttum sinnalag.









Vit  hava ein bindiklubb í familjuni, hann hevur ofta ligið stillur, men so kvaklar hann við aftur.  Tað er vælgerandi at hoyra hennara klingandi suðuroyasøgur, ofta um yvirnatúrligar hendingar, og Olna er frálíkt frásøgufólk.
Olna og dreingirnir, nøkur ár síðani.













Góða Olna, hjartaliga til lukku á tí stóra degnum.