Feb 23, 2026

Sorgin er eldri enn eg

 UPPHAV

Gunnvá er ættað úr Hesti, báðar ommurnar eru í leikinum, omman í Nýlendi og omman í Kova, t.e. báðar ommurnar hjá smágentuni Óluvu, sum vit hitta beinanvegin.

Óluva - omma Gunnvá - var 8 ár, tá ið vanlukkan var í Hesti í 1919, og hon misti pápam.

Óluva er í miðdepli í leikinum UPPHAV, sum leikbólkurin Tvazz v/ Gunnvá Zachariassen og Maritu Dalsgaard spældu í Hesti fríggjakvøldið 20.02 2026.

Leikurin er skiftivís frásøgn byggjandi á m.a. Hestsøgu og skiftivís dramtiserting av gerandisdegnum í Hesti. Áðrenn hendingina, tá ið pápin og Óluva fara tíðliga upp at hyggja út á hav, og eftir hendingina, tá ið mamma Óluvu arbeiðir so ómenniskjaliga hart, hon hevur tvey børn og sera lítið at liva av.


Tað er hugtakandi so væl Gunnvá fær manað sorgarleikin fram við so fáum hjálparmiðlum. Pallurin er sera einfaldur. Og sera hvítur. Ein so einfaldur pallur gevur leikara frælsi til at evna leikin, men samstundis alla ábyrgd av honum. Ein floti av pappírsbátum, hvít løk og tveir krakkar. Ljós og fotomyndir. Vit síggja mynd av 18 skúlabørnum. Gunnvá gav sær góðar stundir at vísa okkum myndina.  Av hesum átjan børnunum gjørdust trettan teirra faðirleys henda dagin í 1919. Teirra millum Óluva. 
Tað er eitt eyðkenni við Gunnváarleiki, at hon tosar seint og týðiliga.Og so dugir hon so sera væl at "gera røddir" . Tú ivast ongantíð í, hvør ið tosar: ein omma, menninir á støðni ella smágentan. 

Tá ið Óluva og systir hennara vaksa til, arbeiða tær eisini, arbeiða altíð. Fólk hjálpa einkjuni, men hon fer ofta svong í song. Krakkurin er leypurin, hon fer eftir torvi, hon fer niðaná, hon fer til fjals, mamman er í haganum - eftir torvi. tann sorgarfulli metaforikkurin stendur hárhvassur. 
Tveir bátar við 11 monnum gingu burtur. Eitt fýramannafar og eitt seksmannafar.  Á pallinum er eitt ílat við vatni, har á botninum liggja bátarnir og menninir, men eru kortini í góðum hondum.
--------------------------------------------------------------------------------------------


Kaldi dagurin í Hesti
Sjónleikarhúsið var fiskahúsið niðri á bryggjuni í Hesti, vit vóru ávarað um, at har var kalt. Túrurin av Gomlu rætt tekur fáar minuttir. Serstakliga hugnaligt var at síggja ein hóp av fyrrverandi starvsfeløgum við á ferðini. Eftir leikin fór eg at vitja Ansgar.








No comments:

Post a Comment