Summi duga væl at skriva stuttar søgur, onnur duga væl at skriva langar søgur. Um søgan er sera long, krevst at søgutráðurin er sterkur, kanska fimmtráðaður. Áhugi lesarans skal halda allar 442 og 671 síðurnar. Havi nú endiliga lisið hesar báðar múrsteinarnar. Tann longra lá so leingi á náttborðinum, at hon mundi vaksið føst har.
Tann longra er eftir Valerie Perrin, eg keypti hana eftir eina bókamessu í Kbh. , nokk 2023. Eg hevði hoyrt um hana har og gjørdist hugtikin. Hon er eisini góð, men ræðuliga long. Eg misti tráðin fleiri ferðir, tí søgugongdin er í so nógvum ymiskum tðarskeiðum. Bókin er eitt sindur sum eitt putlispæl og ein vanlukka/morð er eisini, sum skal uppklárasr. Nokk eitt býtt hugskot at brúka eitt heilt ár at lesa hana, tí so missir tú enn fleiri træðrir burtur. Men also hon eitur TRÝ, og tað er trý vinfólk, tveir dreingir og ein genta, Nina, Adrien og Étienne, og fyrsta vit hitta tey eru tey eini 10 ár og ganga í skúla saman, tað er í 1987, tey eru altíð saman. Síðani er ein partur hendingar í 1994, tey gerast vaksin, og vit síggja teirra persónligheitir mennnast, hvussu tey handfara kreppur, og hvussu familjurnar virka. Søgan endar í 2018. Partur av søguni gongur fyri seg á djóraheimi, har Nina deils krógvar seg fyri sínum psykopatiska manni og deils arbeiðir. Teir neyðar hundarnir og tær neyðars ketturnar verða meira og meira mynd av Ninu og hennara einsemi. Bókin er um vinarlagið millum hesi trý, eitt heilt óvanliga tætt vinarlag, sum seinni dettur sundur. Ein bók um fløkt menniskjakor.Hin bókin "Sommerfuglens stemme" eftir Benjamin Koppel varð lisin í Bókastevi, men ikki nógvar høvdu lisið hana.
Hon er um Alexander og Gry, sum so fegin vilja hava eitt barn, og sum er í viðgerð á RH. Alexander er úr tónleikafamiljuni Koppel, mamma hansara er kend sangarinna, og omma hansara eisini. Henda bókin er eisini býtt sundur í tveir pallar, annar er Keypmannahavn 2015-16 , og hin er New York - við endurminningum úr Evropa frá krígnum. Nazistýskland við Teresienstadt er partur av familjusøguni.
Alexander er tónleikari og spælir í einum orkestri, men hevur ein dreym um at vera tónasmiður, komponistur. Mamman er sjálvupptikin og hevur at vísa seg lítlan áhuga í soni og sonarkonu, tað hevur gjørt Aleksandur sárbæran og ótryggan.
Frásøgufólkið í NY er omma høvuðspersónin, sum hann aldrin hevur kent, og sum einki samband hevur havt við dóttur sína, mammu hansara. Tað er ein gáta, hvussu alt er vorðið so fløkt og dult í hesi familju, og tað verður so avdúkað ,áðrenn bókin endar. Vit lósu eisini "Annas sang", sum eisini er familjusøgu hjá tí musikalsku Koppel familjuni..
No comments:
Post a Comment