Nú var aftur eitt høvi at flúgva beinleiðis úr Føroyum út í Evropa. Kvinnulandsliðið í hondbóltiskuldi til EM í Basel. Nógv fóru úr Føroyum, nakrir keyptu trummur, so tað hoyrdis betur, at vit vóru við! Vit fóru 27. nov og vóru í Basel , Sveis eina viku.
28. nov fór eg á Kunstmuseum Basel, víða um í býnum sást ein mynd eftir eina sum eitu Paula Rego, tað var lýsing fyri sýning á listasavninum. Sera stór framsýning - bæði sjálvsmyndir, familjumyndir, harðskapur og kynjastríð. Tá ið Paula Rego doyði í 2022 vóru eftir hana verk frá 7 áratíggjum. Hon segði sjálv, at hennara yndistenu vóru spælið um vald og valdskipanir.
Savnið er ovurstórt, hurður og lyftir eru av jarni, sera kalt, men ivaleyst fínt, um eldur kemur í.
Í urtagarðinum hjá forhoyrsleiðaranum (2000) |
Tann bláa álvakonan teskar í oyrað á Pinokkio (1995) |
Savnið hevur nógvar málningar hjá Chagall og øðrum
Chagall
No comments:
Post a Comment