Annar dagur byrjaði, sum hvør dagur, við leskiligum morgunmati á hotellinum. Og so gekk leiðin við bussu til Shigisoara.
Ferðamálini vóru trý: Klokkutornið (sum er eitt torn á einum gomlum skanasmúri), Kirkjan á Heygnum og restaurasjónin Dracula Danes . úr klokkutorninum er frálíkt útsýni.
Tað var ein ordans trapputúrur at koma upp í tornið.
Í Shigisoara vísa tey á, hvar Dracula varð føddur, eg fór ikki inn, men tey søgdu, at har var kistan hjá honum og kappin! og ljós og ljóð breiddu óhugna inni.
Ein sera flott kirkja var á heygnum, men tað var ein long trappa at taka. Vit sungu tveir sangir, og akustikkurin var góður.
Vit fóru so at eta, og menuin var: surprise! gullasjsúpan og kjøt og eplamorl. Nei, tað einasta á túrinum, sum ikki var akkurát eftir mínum smakki var maturin, grísakjøt og eplamorl kvøld um kvøld.
Veðrið var so fínt hesa løtuna, vit sótu uttanfyri til bussurin koyrdi okkum aftur til hús. Sharon og Anna May nýttu høvi at bonda við hárgreiðslu.
No comments:
Post a Comment