Sep 28, 2015

Transilvania

Tilelvingin var nokk, at vit hava í skúlanum í Hoydølum Adrianu, sum er úr Rumenia. Hon vildi fegin vísa okkum sín bý og sítt land, so ferðin er fyrireikað av Annu og Adrianu í felag. Og hon var væl fyrireikað. Hotellini vóru fín, morgunmaturin var fínur og túrarnir vóru frálíkir. Tær høvdu sett tríggjar túrar og eitt sokallað rumenskt kvøld á skránna.
Anna og Adriana
DSC00472
 
Tann fyrsti túrurin var til Bran, har ið slottið hjá Dracula er. Mytan um dracula bleiv væl og virðiliga avlívað. Okkara guide saegði meiri enn eina ferð, at henda søgan hevur ongan veruligan botn – men tað vistu vit. Men slottið var sera flott og væl hildið, har vóru møblar og brynjur og annað mangt.
Myndir av slottinum í Bran
DSC00260DSC00266
 
Transilvania er heyggjaland, og allastaðni á heyggjum sást tú skansar, tey hava havt fyri neyðini at verja seg ímóti álopum úr øllum ættum, og ein skansi ovanst á einum heyggi er væl hóskandi til júst tað. Slottið var ein slíkur skansi, og eisini varð skattur kravdur av handilsferðandi, sum komu um skarðið.
DSC00297
Vit fóru á eina matstovu at eta, og móttøkan har var sjáldsom, uttanfyri stóðu tvær gentur onnur við breyði og hin við snapsi, og so var eitt orkestur, sum spældi sína vælkomuheilsan. Vit byrjaðu sjálvandi við gullassjsúpan.
DSC00301DSC00302
DSC00288DSC00291
Síðani gekk leiðin til Brasov, har vit vitjaðu eitt skúlamuseum – ein gamlan bygdarskúla, sum hevði eitt stórt savn av bókum og ein gamlan professara, lærara og prest sum frásøgufólk. Tað var songartíð, áðrenn vit komu aftur á hotelli, og koyritúruin heim var rættiliga langur.
 
Sera áhugaverdur og upplýsandi fyrsti dagur.
 

No comments:

Post a Comment