Hvat kann vera vert at standa klokkan 5 sunnumorgun og kóka havragreyt og so eta morgunmat so snimma? Hvat kann vera vert at skula smyrja tríggjar matpakkar eftir at tú hevur verið í Dali, siglt um fjørðin og hevur óhugnaliga høvuðpínu (sum tó varð frægari, tá ið ein kona gav mær Zapp panodil umborð). Glað genta á reiggju.
Hvat kann vera vert, at verða mint á 20 ferðir um dagin, at tín kokubotnur og eitt 14 mðr. gamalt, sum ikki dugir at ganga, hóska ikki saman? Glað genta, sum hittir ein trímenning.
Hvat kann vera vert at sova saman við tveimum børnum, sum taka alt plássið og vakna, tí at tú snorkar?
Jú barnasmíl og barnarøddir gera alt stríðið fyri einki at rokna.
Geri tað fegin aftur (tó ikki beinanvegin kanska)
No comments:
Post a Comment