Permumyndina hevur Sjúrður Joensen, pápabeiggi, gjørt heilt ungur.
Ungu Føroyar hava givið bókina
Eimur í øsku eftir Sigurð Joensen og onnur út. Í bókini eru forkunnugir tekstir, ungdómsyrkingar, skjaldur og munnligar frásagnir skrivaðar upp eftir gjáarfólki.
|
Torbjørn Jacobsen las upp |
Vit gjørdu eina hugnaløtu í samkomuhúsinum við Gjógv seinasta leygardag. Har var upplestur, felagssangur og pannukakur. Undirtøkan var góð, hóast, tíverri, hetta haldið fall saman við várgongu við Gjógv.
|
Jóan Pauli professari greiddi frá siðsøgu
Sølvi Sjúrðarson las upp
|
Heitið
Eimur í øsku sipar til, at hesir tekstir og henda mentan eru glóðin, tann eldur sum kann kykna í øskuni. Tey gomlu lótu ikki eldin slókna á grúgvuni, tey hirdu um kvøldið, so klárt var at kyka um morgunin. "Ger mær ikki eldsløkking" sigur gamla í Brókartátti, tað var umráðandi at hava eldin livandi. So er eisini við okkara mentan og máli, lat okkum dyrka og taða og ikki minst kyka á grúgvuni.
No comments:
Post a Comment