Deiligt, at vit, sum ikki longur eru partur av teimum siðbundnu "starvsfólkaútferðunum", eisini sleppa útferð. Havi verið tvær útferðir í vár: við Reyða krossi 14. mai og við Tilhaldinum 19. mai.
Tann fyrra útferðin var inn í Eysturoynna:
1. Selatraðar kirkja, 2. Skótadepilin á Selatrað, 3. Døgurði, 4. túr um Toftavatn, 5. Um Runavíkar kommunu í Løkshøll 6. Fríðrikskirkjan
Kirkjan á Selatræ er frá 1928, eiðismálarin Niels Kruse hevur málað altartalvuna, og tað er sama motiv sum í kirkjuni við Gjógv. Søgan er, at báturin er í Sundalagnum og menninir eru Selatraðmenn. soleiðis er eisini við Gjógv har báturin er í Djúpunum og menninir gjáarmenn. Sigrun Gunnardóttir hevur málað einglar báðumegin innhurðina. Adreas Weihe var ein, sum var forsprákari fyri at byggja kirkjuna, Sjáldsamt ert, at teknini stóra Alfa og lítla Omega við síðuna av altartalvuni eru júst hansara forbókstavir.
![]() |
![]() |
Skótadepilin hevur eitt gott amfiteatur, har ið vit sótu, meðan ein ungur maður greiddi frá.
![]() |
| skótadepilin á Selatrað |
![]() |
| eftir Niels Kruse |









No comments:
Post a Comment