Bowling 2020
Lag: Av øllum tei
snekkjum
1
Av øllum teim
snekkjum eg nevna tær kann,
Ein tykist mær
yndislig føgur,
Tann kvinnan er
fljóðið í Føroyum eg fann
Sín svanasong nú
hon kvøður.
2
Tær reisingar
rundaðu stoltar at sjá,
Og hekkan sást aftantil
dúva,
Hon leikti og vildi í dansin at gá,
Ja, bæði sum ung
og sum frúva.
3
Í ungdómsins árum
hon var sum ein ódn,
Á skrivstovu,
virki og skúla,
Hon arbeiddi,
spældi og passaði børn
Og firnaðist ikki
tað fúla.
4
Hon sá teirra
gleði , hon sá teirra neyð,
Hon elskaði við
teir at spæla,
Men Gud náði piltin, sum fyri henni leyg,
Um hann skula vit einki tala.
5
Nú hevur hon livað sín sælasta dag,
Í liðunum knakar og brakar,
Við krithvítum høvdi hon haltar avstað,
Og alt fleiri ganga nú stakar.
6
Men eitt sinn um árið hon uggar seg enn,
Tá facebook man boða at bowla,
Hon bobbar sær hárið og bustar sær tenn,
Og finnur sín penasta kjóla.
7
Hon stevnir á Hálsin við stríð og við knoss’ ,
Við vinkonum, gellum og frellum,
Og brillur og hoyritól, alt upp á pláss,
Og gætur hon ei gevur dellum.
8
Og tá av og á er eitt hendinga strike,
Og keylurnar falla sum flugur,
Hon ernast av nýggjum til spæl og til leik,
Tí enn er í konuni dugur!
Tójlgreb
No comments:
Post a Comment