May 18, 2020

Auður Ava Ólafsdóttir: Ungfrú Ísland

Bókin er um eina unga gentu av bygd, sum kemur til Reykjavíkar í 1960unum. Dreymurin er at skriva, hon elskar at skriva. Meðan hon arbeiðir, hevur hon ikki tíð at skriva, so hon skrivar um náttina. Í Reykjavík býr hon hjá einum drongi, einum vini, sum er samkyndur. Hon hevur eina vinkonu, sum er gift og hevur fleiri børn. Og seinni flytur hon saman við einum skaldi, "skaldið" kallar hon hann, men tað vísir seg, at hann hevur ikki tað, sum skal til.

Høvuðstema er at skriva, skaldskapur og inspiratión. Trongdin at skriva. Bókin er full av tilsipingum til bøkur og tekstir. Stuttligt hjá teimum, sum fata tilsipingarnar. Eitt tema er viðferðin, tey samkyndu fáa, og hvussu tey pínast, til tey rýma úr Íslandi. Kvinnusak er eisini eitt tema, víst í tí fongsulslívi. sum vinkonan livir. Inni í eini lítlari íbúð við fleiri børnum, hon vil eisini skriva, men má fjala sítt skrivihefti fyri manninum.




Havi áður lisið Arr hjá hesum høvundi, og eg má siga, at mær dámdi ta bókina betur, hon hevði líkasum meira upp á hjarta, men hendan er eisini góð. Hon skrivar stak væl, einfalt, men gerandisligir tilburðir og lutir fáa lív og týdning. Og so hetta um, at allir íslendingar skriva og allir lesa bøkur, henda sjálvforsterkandi mytan, sum tú eisini fært varhugan av, um tú gloppar RÚV á sjónvarpinum. Sá eina sending um Dávid frá Fagraskógi, yrkingar  settar í senu og lisnar meistarliga, var ein gomul sending, men Dávid verður ikki gamal.  Og kanska er tað ikki ein myta, kanska lesa allir íslendingar yrkingar um kvøldið, táið tey koma heim úr arbeiði, ella tá ið børnini eru løgd og friður er.

Hvar blivu yrkingarnar av, sum útvarpið hevði á skránni hvønn dag kl. 12 ? Tað skuldu tey tikið upp atur sum ein fastan tátt, og sjónvarpið, aldrin hoyrist eitt orð um bókmentir, yrkingar ella søgur. Einki um bøkur yvirhøvur.


No comments:

Post a Comment