Conny Palmkvist: De flyende skyldiga
Høvundurin, tað er ein maður, er svenskari, og eg havi lisið bókina á svenskum, eg skilti næstan alt.
Hendingarnar fara fram í eini konsentratiónslegu í Týsklandi í 1944. Høvuðspersónurin er ein ung ungarsk genta. Aftur ein bók um kríggið, ein syrgilig bók um andstyggiligan atburð, um kensluleys menniskju, um sadistiska píning, um menniskju, sum tykjast hava sagt farvæl við allla menniskjaligheit.
Vera er 17 ár, og hon er úr Budapest, hon verður ikki dripin tí hon “er” ein violin, hon er tann besta violinin í orkestrinum í leguni. Og tann vakri tónleikurin verður brúktur og misbrúktur. Genturnar skula spæla ein glaðan marsj, tá ið fangarnir sleipa seg til arbeiðis meiri deyðir enn livandi, tær verða vaktar mitt um náttina at spæla fyri yvirmonnunum, sum halda veitslu.
“Den kvãllen fðrstod jag att musiken vi framfõrde var fõrbunden med mõrkret långt inn I evigheten.”
Lívið í leguni er lýst sera nágreiniliga, matur, svøvnur, nátthús, deyði, dráp – sum aðrar bøkur frá krígnum eisini gera. Genturnar vita, at tær kunna altíð verða dripnar, t.d. um orkesturleiðarin hevur ein ringan dag.
Umframt tónleikin er ein onnur metafora sera týðilig í bókini, tað er fuglar. Gentan skapar seg í huganum um til ein fugl, fyrst er hon ein kvørkveggja síðani ein falkur, men ein dagin sær hon ein ravn, og tá skilur hon, at ravnurin er tann rætti. Hon lærir seg at rýma úr sínum svanga, troytta illa viðfarna likami og sveima oman fyri alt.
Bókin er ikki bara um eina farna tíð, eitt liðugt kríggj. Tá ið Vera eftir kríggið er komin heim aftur til Budapest, ráða russarar fyri borgum, og “jødin” er ikki vælkomin heim. Flóttafólk eru ikki vælkomin´. Bókin er frá 2011 og nertir við sera aktuellar spurningar.
Woman in Gold
Í gjárkvøldið sá eg filmin "Woman in Gold" við Helen Mirren, eisini hetta verkið hevur røtur í 2. heimsbardaga. Nazistarnir stjólu alt virðismikið frá jødunum, vit síggja, hvussu heimið hjá Mariu verður tømt fyri málningar og annað virðismikið. Søgan er um rættarsakina, sum ger, at Maria fær málningarnar aftur, m.a henda málningin eftir Gustav Klimt av mostur síni Adelu.
Filmurin byggir á veruligar hendingar, sera áhugavert.
No comments:
Post a Comment