Nov 14, 2015

Ráðstevna

Tað er aðru ferð eg eri á ráðstevnu hjá Landsfelag pensionista. Arne Thorsteinsson bjóðaði vælkomin, og hann nevndi sorgarleikin í París í gjár.
DSC01076[1]
Eyðgunn Samuelsen setti stevnuna við orðum, sum nýskipan, haldføri osfr., og at broytingar skula galda fyri framtíðar pensjonistar ikki núverandi, einki nýtt har.
DSC01069[1]
ELDRABUMBAN AVMONTERAÐ
Fyrsta framløga, tá ið Eyðgunn Samuelsen hevði sett stevnuna, var ein um tað danska vælferðarsamfelagið, ella tað norðurlendska modellið. Christian Kongshøj professari, sum arbeiðir á Centre for Comparative Wrlfare Studies, frøddi okkum øll við at siga, at tann eldratsunami, sum hevur verið ræðumyndin í mong ár, verður ikki so umfatandi og oyðileggjandi í Danmark. Ein grund er , at danir hava verið so raskir at spart saman, ein onnur, at teir hava hækkað pensiónsaldurin. Ein partur av framløguni var søguligt yvirlit yvir pensiónir í teimum 4 norðurlondunum. Summar pensjónir eru universellar, also til øll, aðrar eru inntøkubaseraðar. Gongdin hevur verið, at fleiri og fleiri veitingar verða roknaðar út eftir inntøku – so at tey ríku skula ikki fáa ov nógv.
DSC01071[1]
KOM TIL DANMARKAR
Annar fyrilestur var tann hjá Arna Thorsteinsson, sum vísti á tann stóra munin, sum er millum pensjónir í Føroyum og Danmark. Hann hevði leitað sær upplýsingar á hagstovuni og setrinum og hevði strikumyndir, sum vístu heilt týðiliga at pensjónir í Føroyum eru minkaðar í nógv ár.
DSC01077[1]
Til døgurða var kotelett og fruktsalat omaná.
Eftir døgurða vóru eisini tvær framløgur (Ólavur Christiansen og Ása Róin), men eg fekk tíverri ikki steðgað longur.
DSC01074[1]

No comments:

Post a Comment