Sep 18, 2018

Møðgutúrur 2 - hittast á hálvari leið

Vit fóru úr Føroyum, og Frida S. fór úr Brússel, so hittust vit á flogvøllinum í Edinburgh. Deiligt at síggjast eisini millum summar og jól. Vit høvdu eina íbúð mitt í býnum og vóru úti allan dagin hesar dagarnar. Turið hevur stutt síðani verið í Edinburgh, so hon var ferðaleiðari.
Tað er ein hugnaligur býur, men so sera litleysur, næstan øll hús eru bara ómálað grót, hugsaði at kanska er tað als ikki loyvt at mála húsini?



okkurt undantak er kortini
Vit vóru og hugdu at tinghúsinum, Holyrood í Holyrood lundini. Tað var ein stuttligt og áhugavert upplivilsi. Har var alt lagt til rættis til vitjandi, vit sóu nevndarrúm og tingsalin og eina framsýning um tingið og tingarbeiðið. Kanska Løgtingið kundi havt okkurt tílíkt, bæði til ferðafólk og føroyingar, kanska næmingar. Havi eina ferð verið túr í løgtinginum við ferðaleiðara, tað var eisini áhugavert.

lutfallið millum SNP (tað gula) og hini

nevndarrúm
Edinburgh Castle, elsti parturin St. Margaret's Chapel er frá 1100 talinum

Tinghúsið er bygt í 2004, Skotland fekk heimastýri í 1999



Vit ótu so - so segði hann - allar máltíðir á ymsum matstovum. Pubb er tað besta, vit ótu als ikki "fínt" - fish n' chips, indiskan lambsrætt og ein høsnakjøtsrætt "pie of the day". Vit búðu sera høgliga fyri til at fara í handlar og  ganga niðan á slottið.
Men vit tóku eisini ein bussrundtúr, og tá fóru eg og FS umborð á Brittania, hon liggur sum museum har í Firth of Forth.

No comments:

Post a Comment