Kvøldskúlin í Havn er blivið mítt annað heim! Í dag er ein serligur dagur, tí í dag byrjar ein nýggjur flokkur í føroyskum sum annað mál, og í dag var eg og vitjaði tey. Tað er so hugfarsligt, at lærugreinin "Føroyskt sum annað mál" (FSA) trívist og veksur. MMR (v/Helenu D. á Neystabø) hevur arbeitt og arbeiðir við próvtøkum til hesa lærugrein í fyrimyndarligum samstarvi við Katrin E.L.Jacobsen, sum hevur royndir á økinum úr Danmark. Somuleiðis er arbeiði sett í gongd at gera mínar bøkur (Vælkomin, Viti) meiri brúkaravinarligar við upplestri og fleiri uppgávum.
Toymið á Tórshavnar kvøldskúla |
Kvøldskúlin hevur miðvíst arbeitt við hesum evni í nógv ár. Samstarvspartnarar hava verið lunkaðir, fundir, ráðstevnur og skeið. Nógvir meylar til MMR, játtanir og grundgevingar. Men ...tolin trívst og treiskin vinnur sigur orðatakið.
Nú í 2021 er tað politiskt korrekt at tosa um málundirvísing sum part av integratión. Samstarvspartnarar , Reyði krossur, integratiónsprestur koma á gátt og bjóða sínar tænastur, MMR veitir játtan, skeið hevur verið í CEFR . Í vikuni var ph.d. ritgerð løgd fram um málsligan ójavnað og forðingar fyri útlendingar á arbeiðsplássum. Sera áhugavert, vónandi er sumt broytt og annað í broyting. Mál er vald, at hava orðið í síni makt er vald. Um málið verður tikið frá tær, minkar tú sum menniskja. Tú skapar ójavnað, og varðveitir ójavnað, um tú forðar fólki í at tala og siga sína meining og taka lut í samfelagnum.
3 FLOKKAR !! YES!!
Jóna og Vár eru lærarar í tí nýggja flokkinum. Fólk úr øllum heiminum hava funnið veg í JH Schrøtersgøtu.Vit høvdu "upptøkuroynd", visitatión, og spennandi er at fylgja við, hvørjum støði flokkarnir eru á, CEFR hevur jú síni støði og stig. Vit eru á veg! Alt tekur tíð, vit eru komin væl í gongd, haldi eg. Úrslitið sæst um nøkur ár.
Stakk inn á gólvið hjá Petru, sum hevur millumflokkin, altíð deiligt at hitta eldsálirnar. Vit sungu "Sjeikin" hjá NALJU. Elski lagið, kann syngjast ordiliga hart!
Og síðani inn til Annu Marjuna, tosaðu um, at nú eru tær 4 lærarar, nóg nógvar til at skipa lærarafund. Eitt so frálíkt hugskot, sjálvandi skula tær tosa sínamillum um: støðið í teimum ymsu flokkunum, um onkur næmingur skal hava serligt ansni, um tilfar, læna hvørjari aðrari heimagjørt tilfar osfr.
Enn er nógv eftir at gera. Til dømis manglar tilfar til "alfabetisering" av vaksnum, t.e. fólk sum hava eitt annað alfabet enn okkara ella møguliga einki alfabet (analfabetar) . Vit hava ikki nógvar tilflytarar, sum hvørki duga at lesa ella skriva, men við tí vaksandi tali av tilflytarum verða fleiri av teimum eisini.
Herligt at fylgja við á síðulinjuni.
AÁBDÐE
FGHIÍJKL
MNOÓPRS
TUÚVYÝÆØ
No comments:
Post a Comment