Báðir mínir lesibólkar hava havt hesa bókina á skránni.
Satt at siga, helt eg ikki hon var so góð, tá ið eg las hana. Nógvar endurtøkur og lítil framdrift. Men tá ið eg hevði hoyrt skiladamurnar prátað um bókina, skilti eg, at tað var eg, sum skilti ikki boðskapin. Onkur av konunum helt, at hetta var besta skaldsøga hon hevði lisið á føroyskum, ja tað segði hon, og hon kallaði bókina skaldsøgu. Annars komu vit eisini til, at bókin var autofiktión. Tá ið tú veitst hvør høvundurin er, hvørju foreldrini vóru, hvar hon búði sum barn og nógv annað, so er tað ringt at halda fiktión og biografi sundur.
Onkur helt, at tað er djarvt av Katrin Ottardóttur at skriva so opið um sítt lív, ein onnur vónaði, at hetta er tað, at nú er hon komin ígjøgnum sína terapiprosess. Onkur segði enntá, at hesa bókina skuldi hon ikki havt skrivað. Hatta er júst spurningurin. Tað ber ikki til at fara at sensurera høvundar, tí at nú kendi tú hasa konuna ella handa mannin. So verða nokk sera fáar bøkur eftir á føroyskum
Vit nevndu eisini bókina debattbók. Hvat er tað so, bókin fær okkum at debattera ? Bókin nemur við tabuiseraða evnið incest ella blóðskemd. Orðið er ikki nevnt í bókini, men ein óhugnaundirstreymur kennist alla tíðina. Hvat er tað við hasum abbanum? Børnini vita væl, at hann fleingir børn....hvussu man tað vera við teimum vaksnu í bygdini? Vita tey eisini, at hann onkuntíð gloymir at lata seg í pyjamas, tá ið hann svevur saman við eini 11 ára gamlari? Vit hava ikki nógvar bøkur um hetta evni, vit hugsaðu um bókina "Rúm Aleksandru", sum var ein skelkandi bók at lesa. Tað er neyðugt at fáa hetta evnið úr skýmaskotum, kanningar, frágreiðingar og debattbøkur.
Eitt lýti, sum vit tosaðu um, og sum eg persónliga haldi er darvandi, er sjónarhornið. Høvuðspersónurin er smágenta, men hennara tankar sveima millum sera barnsligar tankar sum tær stuttligu misskiljingarnar av vanligum myndamáli og vaksnar tankar. Men tað var ikki eitt, sum hinar bókarkonurnar høvdu heft seg við. Hon er eitt serstakt "vaksið" barn, og hon er merkt av einum oyðileggjandi uppvøkstri. So hennara sjónarhorn ER sestakt.
Bókin hevur verið í lesikrókinum, Katrin var í viðtali í NÓN, og ummæli hevur verið í Dimmu.
https://sprotin.fo/lesikrokurin
Gæeði meg til framtíðar bókarfundir.
No comments:
Post a Comment