Feb 16, 2021
Sólrún Michelsen: Ein annar er gull
GOTT SÓLRUN
Havi glett meg til tveyaran. Nú havi eg lisið hana tvær ferðir, og hon svíkur ikki. Hon fangaði meg, tað lagnutunga, melankolska huglagið er dragandi og fær teg at tysta eftir ljósi og látri.
Eins og neyðtøkan í fyrru bókini var miðstillað og langnukviðin, er erotiska sambandið millum Helenu og Andreas miðstillað í hesari bókini. Tað er so vælgerandi, at Helena sleppur at uppliva at vera forelskað og tendrað.
Eg eri í tveimum lesiringum, báðir settu beinanvegin hesa bókina á skrá. Sum so mangt annað komu hesir fundir í drag av koronu, men nú hava vit tosað um bókina. Allar hildu , at bókin var góð, eitt aberdabei var, at Sólrun ger so skjótt av, hon hevur so mong evni á lofti, men viðger tey ikki breitt. Nú skal sigast, at seinasta bók okkara var Karamasov brøðurnir 1,2,3, so samanburðurin er nokk ikki heilt rættvísur, ikki allar søgur skula vera 1000 síður. Eitt evni, sum vit hildu var grunt viðgjørt var aborturin. Hon fór eftir torvið, og eitt tvey trý var tað líkasum loyst. Ein slík traumatisk hending hevði kanska uppiborið neyvari viðgerð.
Nógvar hildu, at henda bókin er betri enn silvurbókin, tí at persónslýsingarnar eru djýpri.
Allar vóru samdar um, at Sólrun hevur gjørt frálíkar kanningar um tey evni, sum hon viðger. Bæði slupptíðin og tuberklatíðin er væl lýstar.
Helena gifti seg við Dánjal Peturi av praktiskum og moralskum orsøkum, fyri at Tórur skuldi hava ein pápa, fyri at fólk ikki skuldu peika eftir henni og sleya um hana. Dánjal Petur er ein góður maður, hann líður undir, at Helena er so køld ímóti honum. Tá ið Andrias kemur í myndina, kemur vælgerandi lív í Helenu og í søguna. Ómoralskt? ja kanska, men høvundurin hevur lætt um samvitskuna hjá lesaranum við at lata Dánja P. hugna sær við eini íslendskari seinasta túr. Hesin tríkanturin er væl lýstur, tær erotisku pallmyndirnar eru sera fínt gjørdar, týðiligar uttan at vera illavorðnar. Henda ólukkuliga støða fær kanska í so lætta loysn ...........men ja okkurt man bíða Helenu og Andriasi hinumegin síðstu síðu.
Gleði meg.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment