Davids samling er eitt listasavn, sum sakførarin David hevur givið landinum, tað er eitt savn av list úr miðeystri, serstakliga islamskari list.Men har er eisini annað. Til dømis hesar myndirnar hjá Hammershøi, og ein framsýning við fotografium úr Sýria.
Vilhelm Hammershøi 1864-1916
Sera hugtakandi samling av steintoyi, bókum og lutum, millum annað so nógvir dolkar við prýddum skefti.
Myndin omanfyri er elligamalt decoupage, gjørt av pappi og m.a. ordiligum fjaðrum. Niðanfyri sæst Nóa ørk við dýrum umborð, í sjónum liggja uppsvølpað lík.
Krass Clement hevur tikið myndir í Sýria í 2001. Svar-hvít.ar myndir av gernadislívi. Tann ovara minnir eitt sindur um Hammershøisa hurðamynd.
Men nú gloymi eg heilt at siga nakað um tað sosiala lívið á túrinum. Vit ótu saman á Grábrøðratorginum og sótu í Nyhavn við eini øl, haðani vinkaðu vit til Sólrun Keypmannahavn er bara deiligur, Gothersgade er ein livandi gøta. Full av súklandi, hjálmleysum fólkum.
No comments:
Post a Comment