Oct 2, 2017

Eplafestivalur

DSC00675
Vit avgjørdu longu í fjør, at vit vildu aftur á eplafestival í ár, og vit vildu eisini við til heystgildið.
Tað var deiligt, at tað passaði so, at Lisa eisini var heima.
Vit vóru tveir dagar í Dali, og har var lív í, tí at nógvar barnafamiljur vóru í Eiriksgarði.
DSC00621DSC00623DSC00624DSC00627DSC00628
Eplafestivalurin er serstakur, sølubúðirnar eru sera autentiskar. Eitt mótaorð, alt skal vera autentiskt nú.
Fyrsta sporið var inn til Unni at fáa okkum ein bita, síðani ís omná, og at enda kaffi hjá Madam blå.
DSC00645DSC00646DSC00648
Sølubúðin í handlinum hjá Griasi er fantastisk, og grønmetismarknaðurin í fjósinum eisini. Vit keyptu rótfruktir, og høvdu tær til døgurða afturvið kjøti, tær smakkaðu søtt og væl.
DSC00636
Ballið um kvøldið var í tjaldi, eg hevði húgvu og troyggju og frakka hjá mær, so eg var ikki køld, men onkur gramdi seg um kulda.
DSC00671
Maturin var góður, men hann var ov góður at eta av plastborðiskum. Kálvur lítli tað bakbeistið er nú vorðin hetja hjá Føroya bjór, men hann smakkaði væl, eisini úr plasti.
DSC00661DSC00662DSC00664DSC00672
Serveringin var sera autentisk, kjøtið var ikki skorið, tá ið tað varð borið innar. So hvør sat í sínum lag við einum victorinox og royndi at fáa sær ein góðan bita. Sera moyrt og gott kjøt. Sýrumayo og pesto og tari og annað var til forrætt. Omaná fingu vit eina mazarinkaku og rabarbugreyt. Kakan smakkaði himmalskt, men rabarbugreyturin, sum kom á mítt borð, smakkaði av ongum. Annars stuttligt, at ymsar konur høvdu gjørt rabarbugreyt, so at hvørt borð fekk sítt slag av greyti.
Tað besta á festivalinum var pubbin, ein so deilig løta, og frásagnirnar hjá Ásmundi vóru stuttligar og áhugaverdar – heilt autentiskar. Skeimtisøgur niðan fyri beltið eru ikki mín koppur av te, serstakliga, tá ið menn fortelja tær fyri monnum – kanska eg eri erkvisin.
DSC00649DSC00650DSC00656

No comments:

Post a Comment