Tróndur og Unn gjørdu eitt søluátak í Tilhaldinum í Havn og í badmintonhøllini, tá ið 67+ fimleikur var har. Av tí sama er meðalaldurin í hesum ferðalagnum rættiliga høgur. Vit komu í gjár, fráferðin úr Føroyum var ógudiliga tíðliga.Fleiri høvdu ikki sovið, tí at tey frykktaðu fyri at forsova seg. Tróndur tók ímóti okkum við 3 bussum, og matur var klárur til okkara í ALBIR GARDEN RESORT. Hotellið er nógvir bygningar, 3 hæddir , rundan um ein stóran garð við hyljum og terrassum.
Kamarið hevur altan við borði og stólum, kamarið hevur eisini ein lítlan køk við ketli, kaffimaskinu og ristara.
Sólorka hevur samkomustað tey kalla Vaglið, og sum Tróndur segði, fimmarin er klookkan seks. Vit fingu upplýsing um túrar og útferðir, og Antonio spældi gittar.
Á Vaglinum var eisini Durita Holm og greiddi eitt sindur frá sínum lívi, framløgan var sum ein samrøða millum Durita og Trónd. Sera áhugavert, mær dámar so væl krimisøgurnar hjá Duritu, stuttligt at síggja hana sjálva.
Í morgun gekk Tróndur við okkum oman at strondini, tað er ein stuttur túrur, og vit fingu at síggja, at her er nógv ferðafólk, sera nógvir norðmenn og hollendingar. Niðri á sandinum bíðaði Unn okkum við onkrum at drekka.
Sjáldsamt relieff av gamlari skúlatasku.
No comments:
Post a Comment