Oct 27, 2017

Sólorka - rómverjar í Albir

Tað fyrsta, tú sært, er eitt modell av baðnum.
DSC01265
Tað lítla útisavnið Villa romana  er mitt í býnum. Eitt innistikað øki við einum lítlum útgrevstri innaní. Ja also, lítil í mun til Rom ella Athen. Men hesar fornleivdir vístu baðilandið hjá einum ríkum rómverjahúski fyri 1500-2000 árum síðani.
DSC01270
Upplýsandi skelti vóru sett upp og okkurt, sum eg haldi er internetfrágreiðingar, ein Qr code.
Eitt rómverskt bað hevur caldarium, tepidarium og frigidarium, umframt umklæðirúm og fitnessrúm. Tey fóru fyrst í tað heitasta baðið, síðani tempererað og at enda í kalt vatn.
DSC01275
Upphitingin var viðareldur, sum var undir baðnum, sum var bygt við millumrúmum undir gólvinum og í veggjunum, so at heit luft streymaði runt og hitaði veggir og gólv. Ein stórur tangi var við heitum vatni.
Henda familjan, sum búði í Albir, hevði stórar fløtur við oliventrøum, sum tey pressaðu til olju. Tað var teirra ríkidømi og teirra útflutningsvøra. Øll ferðing og allur handil var við skipi. Ein stórur kvarnarsteinur var funnin, og inni var ein barkhella ella ein mortari.
DSC01266
DSC01281
Savnið hevur eisini eina innandura sýning við lutum, tey hava grivið út.
Og inni har sóu vit ein lítlan film, sum við rolluspælið dramatiseraði lívið hjá familjuni. Niðanfyri síggja vit domina, húsfrúuna. 

DSC01277DSC01280
Sera áhugavert, ókeypis atgongd.

No comments:

Post a Comment