Vit fóru til Gjáar við krovunum úr Dali. Hjallurin við Gjógv er nógv betri enn tann í Dali, nú fáa vit at síggja. Flott útsýni av hoyggjhúsloftinum.
Vit ótu kjógvið av nr. 76 í ovni, afturvið eplum.
Vit sýnaðu vindeygað, sum Klæmint hevur sett í skjøldurin. Tað sær gott út.
Men hvat galt! Tá ið vit komu upp sunnumorgun var kavi komin niður, ikki nógv, bara eitt lítið følv, men Gjáarskarð er ikki innbjóðandi í kava. Vit bíðaðu til middags, so løgdu vit avstað, tað var gott at koyra.
Tá ið vit komu til Havnar fóru vit í Norðurlandahúsið at síggja fimleikafagnað, har Magna var við. Fýra feløg kappaðust. Niðanfyri síggja vit fitt smálomb og standmyndina av Nólsoyarpálli.
No comments:
Post a Comment