Busstúrurin í gjár tók 3 korter hvønn veg, so tað var ikki so strævið. Í Guadalest búgva 200 fólk, men hon er eitt tað mest vitjaða plássið her á leið. Okkum rennur í hug Mykines og onnur støð í Føroyum.
Tróndur var frásøgufólk, og tá ið tú hevur verið fleiri busstúrar við Sólorku, fært tú somu upplýsingar – ja eg havi nú hoyrt sumt av tí tríggjar ferðir. Kanska gott at fáa tað repeterað, so tað situr fast.
Fjallatoppurin niðanfyri eittur “Tað sovandi ljónið”.
Sera vakur koyritúrur niðan í fjøllini, Guadalest liggur 700 m. uppi.
Tey hava ein gamlan skansa við góðum útsýni yvir dalin, hann er frá 715 og bygdur sum verja ímóti mauriskari innrás. Bygdin vaks so upp rundan um skansin, fyrst innan fyri borgarmúrarnar.
Áin, sum rennur gjøgnum dalin, er gjørd til eina vatngoymslu.
Vit vóru á einum bygdarsavni, har vit sóu vanlig gomul arbeiðsamboð m.a. útgerð til at pressa oliven til olju.
Tey hava brúkt esil sum arbeiðsdjór, og oljan bleiv sílað gjøgnum fleiri “sevmáttur”. Flott lítið savn – ókeypis atgongd.
Vit keyptu vín og súltutoy frá einum blíðum manni sum gav okkum smakkiroyndir.
Súltutoyið er av nipris fruktini, sum bara veksur her, og sum er so viðbrekin, at hon má verjast ímóti glopraregni, og hon má brúkast beinanveggin, hon er heystað.
Í gjárkvøldið var ein kendur maður á pallinum, Geoff Britton. Ja eg kendi hann ikki, men Tróndur greiddi frá, at hann hevur verið mitt í “the roaring sixties” í London. Fittur fýrur, og tá ið eg kom til hús, læt eg altanhurðina upp og hoyrdi kendar gamlar tónar inn í kamarið. Hann sigur, at Spania – hesin partur – nú er sum London í sekstiárunum – akkra sum eitt sindur forsinkað
No comments:
Post a Comment