Oct 25, 2017
Sólorka – nútíðarlist í Albir, Alicante
GESTABLOGGARI: Turið Sigurðardóttir
FUNDACIÓNFRAX er savn fyri nútíðarlist í Albir. Savnið er ein modernaður “kassi” í minimalistiskum stíli, og myndlistin, vit sóu har í gjár, var mest modernistisk ella postmodernistisk.
Vit varnaðust straks eina spanska listakvinnu, sum hevði gjørt lítlar menniskjafigurar úr gipsi ella onkrum tílíkum, men figurarnir vóru ikki heilskapaðir, summir vóru bara bulur og avkvett bein og armar og aðrir manglaði aðrir partar.
Nógvir av figurunum vóru á bakgrund, sum var svart plast, sum var rukkut. Beinanvegin vit komu inn í savnið, sóu vit eitt stórt rukkut svart plast á gólvinum, og mitt á tí ein av hesum neyðarsligu hvítu figurunum. Tað sá mest út sum eitt illa farið menniskja, ið druknaði á einum ovurstórum havi. Hetta vakti ymsar hugsanir, m.a. um øll flóttafólkini á havinum í hesum tíðum, sum ikki vinna upp land.
Listamaðurin Claudio Zirotti hevði fingið stórt pláss til sína sýning. Hann er føddur í Modena, Norðuritalia 1952, útbúgvin í Rom og býr í Valensia.
Hansara formar, strikur og litir eru sera fjølbroytt. Temað ella yvirskriftin var “Pré-texto” – umbering, men eisini: “áðrenn tekstin”- .
Myndirnar tóktust snúgva seg um rýtmu, sansan og samskifti. Serliga væl dámdi mær eina myndarøð av bókstavaraðnum, fyrst øgiliga klárum og reinum, síðan meira og meira óklárum, samanrennandi og gátuførum. Í hesum minti hann meg um tann 5 ár yngra havnarmannin Tórodd Poulsen, skald og myndlistamann, sum júst hevur fylt 60.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment