Tarvafekting er tað spanskasta av sponskum. Sólorka hevði biðið Duritu greitt okkum frá hesum spanska fyribrigdi. Og nú eri eg totalt Durutu Holm fjeppari. Hon hevði undirhald á Vaglinum í gjárkvøldið um tarvafekting. Hon er antropologur og hevur havt tarvafekting og kynsrollur sum granskingarevni, norðmenn kalla hennara uppgávu “deltakende feltarbeide”, og hon hevur verið nógv inni í hesum umhvørvi.
Hon er vitandi, stuttlig og dugir væl at málbera seg. Frásøgnin verður kryddað við góðum, stuttligum søgum. Fleiri høvdu hugsað, at tarvar - nei tað vildu tey ikki síggja, men eftir framløguna hjá Duritu, vóru fleiri , sum kortini vildu koma við henda túrin. Vit hava nógvar fordómar og nógvar atfinningar viðvíkjandi tarvafekting, men Durita dugdi væl at seta alt hetta í ein samanhang.
Durita var eisini frásøgufólk í bussinum í morgun. Hon greiddi frá mauriskari mentan og tí samruna, sum verið hevur millum muslimska, jødiska og sigoynaramentan, øll trý fólkasløg vóru útstoytt. Landslagið tóktiskt rættiliga avsviðið og litleyst, og Durita fortaldi, at veðurlagsbroytingarnar eru sera týðiligar´í Spania.
Vit koyrdu einar tveir tímar til bygdina Yecla, hon liggur í gott 600 m. hædd, og tað fyrsta vit varnaðust, var, at her var kalt. Her er ein stórur garður við veldugum víddum, har tey ala tarvar. Tað eru ríkmen, sum hava slíkar garðar, og teir tjena ikki nógv uppá tað. Men stór prestisja er í tí. Bara einir 3-4 garðar í øllum Spania hava økonomi í rakstrinum, tað eru teir garðarnir, sum kunna selja ein tarv fyri upp til 50.000 evrur. Garðurin, vit vitjaðu, selur ein tarv fyri kanska 8.000 ev.
Bæði tarvurin og kúgvin verða vald av einslistum eftir dirvi og úthaldni. Eini 600 djór eru tilsamans á garðinum, kálvar, kvígur og tarvar.
Greðingurin verður brúktur til hann er eini 12 ár, og teir gomlu verða pensioneraðir – ikki dripnir.
Av umleið 40 kúm verða umleið 10 mettar at vera nóg góðar at seta við.
Vit vórðu koyrd við einum traktori út at síggja neytini, aktingarmenninir eru á hestbaki.
Á garðinum er eisini ein plaza de toro, ein arena, ikki til ordiliga tarvafekting, men til at kanna, hvørjar kýr klára seg best. Teir tarvafekta við eini kúgv, tó uttan at skala hana. Um hon er djørv og áhaldandi sleppur hon at liva og vera mamma at nógvum tarvum.
Øll henda tarvafektaramentanin er sera gomul og byggir á siðbundin virði, tey sum dyrka hesa mentan eru ofta sera religiøs. Her á garðinum er eitt lítið litfagurt kapell, kanska toreador kann fara har og biðja eina bøn undan dystinum.
n
Hæddarpunktið var, at vit sótu á áskoðaraplássunum og sóu ein ordiligan tarvafektara, ein lærling og halt tær fast! Duritu í arenuni. Olè!
At enda fingu vit eina deiliga máltíð: Tapas niðurundir og ein samankókaðan rætt til høvuðsrætt. Ein stór grýta stóð á opnum eldi, tá ið vit komu til garðs aftur, ísafryst!
fantastiskt!
ReplyDelete