Jun 17, 2010

Maria moy


Eitt, sum vit vistu frammanundan, men sum vit fingu váttað til lítar, meðan vit vóru í Spania, var, hvussu stóran týdning Mariamoy hevur í katólsku kirkjuni. Hvør bygd og býur hevur sín Mariu skúla, Mariugøtu, Mariukirkju og Mariuherbergi..og ikki at gloyma Mariutorg. Ein gøta í Havn eitur Mariugøta, men nógv halda óivað , at hon eitur eftir Mariu Mikkelsen ella krúnprinsessu Mary. Lutherstrúgvin hevur á manssjauvinistiskan hátt reinsað Mariu og konufólk sum heild burtur úr høvuðsboðskapinum í bíbliuni. Teirra rolla verður minimerað. HUgsa sær at vera mamma Jesus, heimsins frelsara, hvussu stórt er tað ikki? Sanniliga vert at hátíðarhalda.

No comments:

Post a Comment