Jun 3, 2010

Buen Camino 22





Ongan morgun eru vit farnar so tídliga til gongu sum í dag. Kl. 5 vóru vit klárar at fara, men hvat galt! Tad var so myrkt, og vegurin sneiddi inn í skógin, so har var hopleyst at síggja nakra götu, vit máttu so pent bída eftir dagslýsi, so fóru vit um sekstídina. Santiago var eitt lítid vónbrot fyrst, einki hallelujakór tók ímoti, og fyrsta var at ganga fleiri kilometrar gjögnum nógva ferdslu og ljótar blokkar og vegir. Men so komu vit til tann gamla býarpartin, sum er pílagrímaverdin burturav. Tíbetur var ein kona úti og fiskadi kundar, hon fiskadi okkum, og vit sova í hennara casa fyri 15 pr. nös. Tad má so vera , tad er ikki at hugsaum, at fara at leita eftir herberginum í hesum hita vid ryggsekkinum og alt. Pílarnir vísa til katedralin, og tíbetur, henda konan er vid katedralin. Vit hava verid í bad, kekka rutana í morgin og gingid og hugt í handlar. Nú eru vit á einum flottum bókasavni, sum hevur nógvar teldur.

No comments:

Post a Comment