Jun 29, 2010

Tey koma og fara







Í gjár fóru Madeleine og FS avstað. Og Herbert fekk fingramáling frá mammu síni.Í dag hava vit verið ørindi og vitjað miðstovnin í Gundadali. Men har eru børn frá 5-11, so Herbert var nakað lítil. Omma hevði nokk at gera at ansa eftir, at hann fór ikki ov høgt upp- hann var so kvikur, at omma mátti ordiliga spíla seg út. So fóru vit í NLH at lesa eina bók og drekka eitt glas av mjólk. Tá ið vit komu heim fóru vit at seta blómur í urtagarðin. So fóru vit at eta og nú er skjótt songartíð....

No comments:

Post a Comment